Ummælissvar til uppskot til løgtingslóg um talgildan samleika 2018

Fíggjarmálaráðið

Tinganes

100 Tórshavn                                                                                            Argir 25. okt. 2018

verður sent við telduposti til [email protected]

Ummælissvar

Fíggjarmálaráðið hevur sent Landsfelag Pensjónista uppskot til løgtingslóg um Talgildan Samleika til ummælis.

Landsfelag Pensjónista tekur undir við endamálinum við lógaruppskotinum um Talgildan Samleika, sum skal geva føroyingum ein lættari gerandisdag og gera tað skjótari og einfaldari at avgreiða persónlig viðurskifti talgilt.

Landsfelagið fegnast um, at Talgildi Samleikin ikki er eitt lógarkrav, men eitt tilboð, soleiðis at borgarar, ið ikki seta seg føran fyri at nýta talgildar tænastur, framvegis kunnu avgreiða síni viðurskifti sjálvi.

Landsfelagið fegnast eisini um, at borgarar sambært lógaruppskotinum einans skulu hava eitt brúkaranavn og eitt loyniorð.

Tó tekur spurningurin seg upp, um skipanin verður nóg trygg, tá Talgildi Samleikin er savnaður á einum stað, tá tað vísir seg alt ov ofta, at teldusníkar sleppa inn á flestu talgildar skipanir.

Samtykt á formansfundi 23. okt. 2018

v. Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna