Hoyringssvar til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð 2018

                                                                                                            Argir 14. sept. 2018

Almannamálaráðið

Eirargarður 2

100 Tórshavn

Verður sent við telduposti til [email protected]

HOYRINGSSVAR

Almannamálaráðið hevur sent Landsfelag Pensjónista hesi lógaruppskot til hoyringar:

  1. Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð
  2. Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
  3. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Landsfelag Pensjónista hevur fylgjandi viðmerkingar til lógaruppskotini:

  1. xx/2018:  Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð  (vælferðarlógin)

Landsfelag Pensjónista mælir til hetta ískoyti til Hoyritól § 30. Stk. 2:

§ 30. Stk.2. Fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar rinda onki egingjald.

———-

  • Løgtingsmál nr. xx/2018:  Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin)

Landsfelag Pensjónista mælir til broyting í  § 4. stk. 3, soleiðis at ein limur frá Landsfelag Pensjónista umboðar tey eldru, við tí grundgeving, at tað manglar eitt umboð fyri tey eldru, har tað serstakliga eru fólk við demens, ið verða viðgjørd eftir hesi lóg.

Mælt verður til at orðingin verður soleiðis:

§ 4. stk. 3. Í nevndini skulu vera 6 limir við royndum: ein løgfrøðingur, ið er formaður, ein løgfrøðingur, ein lækni, ein námsfrøðingur, ein sjúkrarøktarfrøðingur og eitt umboð fyri Landsfelag Pensjónista.

Til § 4. stk. 7. mælir Landsfelag Pensjónista at orðingin “Tvingilsnevndin eigur eftir áheitan …..” verður broytt til “Tvingilsnevndin skal eftir áheitan ….”

————

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

Sagt verður í lógaruppskotinum, at kommunurnar veita ymsar tænastur, soleiðis at  fólk kunnu búgva í egnum heimi sum longst.

Ein tænasta, ið fleiri eldri hava brúk fyri, og sum ikki er partur av heimatænastuni í dag, er reingerð. Tað er alt ov strævið hjá einum fólki, ið tørvar ymsa hjálp, eisini at noyðast at leita eftir reingerðarhjálp, ið kanska ikki finst í kommununi, og sum kostar eyka pening, ið nógv ikki hava ráð til. Endamálið við at heimahjálpin veitir reingerð er eisini fyri, at tað ikki skulu koma alt ov nógv ymisk starvsfólk í heimið. Í londunum rundan um okkum veitir heimarøktin reingerð, so hví ikki í Føroyum.

Landsfelag Pensjónista mælir til, at reingerð verður ein partur av tænastuni framyvir og at orðið “kunna” verður strikað, tí samstarvsøkini skulu kunnu veita hesar tænastur.

Orðingin verður sostatt soleiðis:  

§ 10. stk. 2. Tænasturnar fevna um dagtilhald, dagtilboð ergoterapi, fysioterapi, fyribyrgjandi venjing, mattænastu, reingerð, umlætting, koyritænastu, vegleiðing o.s.fr.

————

  • Løgtingsmál nr. xx/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd

Landsfelag Pensjónista hevur onga viðmerking til hetta lógaruppskotið.

————

  • Løgtingsmál nr. xx/2018:  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna- og heilsumálum

Landsfelag Pensjónista hevur onga viðmerking til sjálvt lógaruppskotið, tó metir landsfelagið, at eitt umboð fyri tey eldru eigur at vera limur í kærunevndini.

Vegna

Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna