Hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um broyting í Samhaldsfasta nov. 2018

Fíggjarmálaráðið

Tinganes

100 Tórshavn                                                                                            Argir 19. nov. 2018

verður sent við telduposti til [email protected]

Hoyringssvar

til

Løgtingsmál nr. xx/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

(Betrað brøkpensjón, frítøka, gjøld og panting)

Fíggjarmálaráðið hevur sent Landsfelag Pensjónista uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunntil hoyringar.

Landsfelag Pensjónista tekur undir við endamálinum við lógaruppskotinum at veita teimum, ið ikki hava rætt til fult útgjald við hesi broyting fáa størri útgjald.

Eisini tekur Landsfelag Pensjónista undir við restini av uppskotinum.

Samtykt á nevndarfundi hjá Landsfelag Pensjónista 16. nov. 2018

Beate L. Samuelsen, forkvinna