Argir 8. januar 2019
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Verður sent við telduposti til [email protected]
HOYRINGSSVAR
Almannamálaráðið hevur við telduposti tann 18. des. 2018 sent Landsfelag Pensjónista hetta lógaruppskot til hoyringar:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m.
(Eldralógin) (Bústaðapakki)
Landsfelag Pensjónista hevur fylgjandi viðmerkingar til lógaruppskotið:
Landsfelag Pensjónista tekur undir við lógaruppskotinum, tó verður mælt til, at § 13, stk. 3 verður broytt til soljóðandi:
“§ 13. Stk. 3. Kommunurnar kunnu eftir hesi løgtingslóg eisini seta á stovn eldrabústaðir til borgarar, ið eru 64 ár og eldri”
Vegna
Landsfelag Pensjónista
Beate L. Samuelsen, forkvinna