Hoyringssvar til løgtingsmál nr. 10, 11 og 20

                                                                                                            Argir 14. nov. 2019

Almannamálaráðið

Eirargarður 2

100 Tórshavn

Verður sent við telduposti til [email protected]

HOYRINGSSVAR

Almannamálaráðið hevur við telduposti tann 4. nov. 2019 sent Landsfelag Pensjónista hesi lógaruppskot til hoyringar:

Landsstýrið sigur, at endamálið við uppskotunum er at betra fíggjarligu viðurskiftini hjá fólkapensjónistum og at gera treytirnar lagaligari hjá teimum fólkapensjónistum, sum hava inntøkur afturat pensjónini.

Eftir at hava viðgjørt lógarpakkan, eru ávísar betringar, tó eru vit vónbrotin, tá tað kemur til at eggja pensjónistum at arbeiða.

Viðmerkingar til løgtingsmál nr. 10/2019:

Landsfelag Pensjónista tekur undir við lógaruppskotinum at mótrokningarprosentið lækkar frá 60% niður í 20%.

Landsfelag Pensjónista er framvegis ímóti, at grundupphæddin verður lækkað hjá persónum, ið eru føddir eftir 31. des. 1952, tvs. at grundupphæddin skal ikki mótroknast.  

Viðmerkingar til løgtingsmál nr. 11/2019:

Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við, at frádráttarfría inntøkuupphæddin verður lækkað úr ávikavist 61.900 kr. og 60.000 kr. til 40.000 kr. Lækkingin førir við sær, at áhugin hjá pensjónistum at arbeiða minkar, og rakar hetta serstakliga pensjónistar, ið forvinna sær eina lítla inntøku afturat pensjónini.

Hetta er beint ímóti ynskjunum hjá Landsfelag Pensjónista, sum vit gjørdu vart við undan løgtingsvalinum, at hækka frádráttarfríu inntøkuupphæddina upp á í minsta lagi 100.000 kr., fyri at tað skal loysa seg hjá pensjónistum at arbeiða. Hetta tóku bæði Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin undir við.

Í hesum sambandi kunnu vit vísa á, at í Danmark varð inntøkumarkið hækkað úr 30.000 kr. upp í 100.000 kr. á nýggjárinum í 2019 og er longu aftur hækkað upp í 122.000 kr., galdandi afturvirkandi frá 1. jan. 2019. Hetta tí samfelagið hevur brúk fyri, at pensjónistar eru á arbeiðmarknaðinum. At landsstýrið ger tað beint mótsatta, er óskiljandi fyri okkum, tí í Føroyum er eisini brúk fyri arbeiðsmegi.

Nevnast kann, at Landskassin og kommunurnar fáa skattainntøkur, tá pensjónistar eru á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er hugstoytandi at síggja á síðu 8, talva 5 og 6, at tey, ið hava eina inntøku millum 50.000 -100.000 kr. hava minst fyrimun av hesi lógarbroyting, meðan teir pensjónistar, ið hava eina inntøku frá 150.000-450.000 kr. hava størstan fyrimun, har hækkingin í inntøkuni er upp til meira enn tvífalt.

Hendan skeiva sosiala hækkingin eigur heldur at verða latin til teir pensjónistar, ið eru í fátækraváða. Vit hava í dag 2.500 pensjónistar, ið eru í fátækraváða og eiga at lyftast upp.

Viðmerkingar til løgtingsmál nr. 20/2019:

Landsfelag Pensjónista tekur undir við lógaruppskotinum og fegnast um, at pensjónistarnir fáa ein skattafrádrátt uppá 3.000 kr. í 2020 og síðan 6.000 kr. um árið frá 2021.

Tað er ógreitt, nær gildiskoman er fyri lógarpakkan, og mælir Landsfelag Pensjónista til at gildiskoman verður 1. januar 2020 fyri øll trý lógaruppskotini.

Vegna

Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna