Argir 8. januar 2019
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Verður sent við telduposti til [email protected]
HOYRINGSSVAR
Almannamálaráðið hevur við telduposti tann 18. des. 2018 sent Landsfelag Pensjónista hetta lógaruppskot til hoyringar:
Uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum
(Leigulógin) (Bústaðapakki)
Landsfelag Pensjónista hevur fylgjandi viðmerkingar til lógaruppskotið:
Leigulógin: § 2 stk. 1, opnar upp fyri, at eitt húski kann útleiga t.d. barnaheimini, sum annars standa tóm ein stóran part av árinum, tí tey brúka hesi sum summarhús, nú kunnu leiga hesi út, uttan at leigumálini vera roknaði sum vinnulig. Hinvegin kunnu tað vera dømir um, at henda lógin avmarkar útleiganina í egnum bústaði, um t.d. kjallarin hevur 3 kømur sum kunnu leigast út, men eftir hesi lóg kunnu bert tey 2 leigast út, áðrenn leigan verður roknað sum vinnulig.
Hetta merkir, at møguleiki er at hava tvey kostnaðarmikil leigumál, t.d. tvey sethús ella stórar íbúðir, men ikki fleiri enn tvey einstøk verilsir kunnu leigast út, uttan at hetta gerst vinnuligt.
Fyri at útleigarnir skulu verða meira javnsettir, verður mælt til at broyta orðingina soleiðis:
Vegna
Landsfelag Pensjónista
Beate L. Samuelsen, forkvinna