Skriv til Trivnaðarnevndina viðv. ll. nr. 34 og 37 2020

     Argir20. oktober 2020

Til Løgtingsins Trivnaðarnevnd

Viðmerkingar til

Løgtingsmál nr. 34/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Útsetan av javning)

og

Løgtingsmáli nr. 37/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)

Landskassasparingar rakar fólkapensjónistar

Í samb. við fíggjarlógaruppskot løgtingsins 2021 boðsendi Trivnaðarnevnd løgtingsins Landsfelag Pensjónista á fund d.d. til omanfyrinevndu lógaruppskot, sum hava við pensjónistar at gera.

Tað eina uppskotið er um útseting av javningarprosentum til almannaveitingar til útgjald frá 1. januar 2022 í staðin fyri 1. januar 2021, sum upprunaliga samtykt.

Hesa útsetingarætlan mótmælir Landsfelag Pensjónista, tí hetta uppskot er longu samtykt í 2018. Pensjónistarnir hava brúk fyri hvørjum oyra og hava bíðað alt ov leingi eftir hesi javning. Meðan príshækkingar á vørum, tænastum og lønum fara fram hvønn dag, standa pensjónistarnir í stað og hava gjørt tað í nógv ár.

Hitt broytingaruppskotið er um almenna heilsutrygd. Tað gongur í høvuðsheitum út uppá at hækka prosentvísa mánaðarliga heilsutrygdargjaldið úr 0,60% til 0,70% og at broyta galdandi tilskotsstiga, soleiðis, at landskassin fær uml. 11,5 mió. kr. meira í inntøku um árið.

Aftrat gongur sama broytingaruppskot út uppá, at pensjónistar sjálvir skulu gjalda meiri fyri heilivág frá 1. januar komandi ár, enn vit higartil hava goldið, áðrenn Heilsutrygd tekur 100% við.

Samb. núgaldandi tilskotsstiga, gjalda vit kr. 1.356,50, áðrenn Heilsutrygd tekur 100% við. Men aftaná 1. januar 2021 skulu vit til at gjalda slakar 470 kr. meiri, nevniliga kr. 1.825, áðrenn Heilsutrygd tekur 100% við.

Heldur ikki hesum broytingaruppskoti innan Heilsutrygd kunnu vit taka undir við.

Tað er serstakliga penjsónistar, ið omanfyrinevndu  broytingaruppskot raka meint.

v. Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna