Óhaldbar støða á eldraøkinum

Sosialurin og Útvarp Føroya bera júst í hesum døgum fram tey tíðindi, at endurgjaldið frá landinum til flestu kommunur at gjalda fyri eldraøkið, er alt ov lágt. Gjaldið, ið kommunurnar fáa frá landinum, røkkur ikki til verandi tænastur, ið eru alneyðugar fyri tey eldru og eldraøkið. Bara í Suðuroy mangla góðar 4 milliónir til tey eldru og eldraøkið og í Runavíkar Kommunu mangla heilar 12 milliónir í á eldraøkinum.
Kommunurnar boða frá, at tað, sum tær fáa úr landskassanum til at fíggja eldraøkið við, strekkir verri enn so til. Kommunurnar vísa á, at skulu fíggjarætlanirnar fyri eldraøkið hjá kommununum halda, mugu stórar sparingar fremjast í kommununum. Sparingar, sum m.a. kunnu ganga hart útyvir týdningarmiklar funktiónir á eldraeldraøkinum.
Í løtuni er fígingingarleisturin fyri eldraøkið soleiðis, at gjaldið frá landinum til kommunurnar er tengt at, hvussu nógv sjófólk búgva í kommununi (sjófólk, sum sigla undir altjóða skipaskránni, føroysku FAS skipaskránni og undir donsku DIS skipaskránni). Hesin leistur eigur ikki at halda fram. Landið eigur at fíggja eldraøkið fult og heilt og ikki kommunurnar.
Verandi støða á eldraøkinum er óhaldbar. T.d. vita vit, at heimahjálpin til tey eldru og óhjálpnu er skorin inn á bein, og tolir hetta økið als ikki nakrar sparingar yvirhøvur.

Landskassin eigur at lata nógv meira pening til heimahjálp
Í staðin fyri sparingar á eldraøkinum átti heimahjálpin at fingið nógv hægri fígging frá landinum, hetta soleiðis at tey eldru kundu fingið nøktandi heimahjálp í egnum heimi og við hesi hjálp fingið møguleika og førleika at búleikast í egnum heimi longst møgulligt.
Heldur verandi støða á eldraøkinum fram, er stórur vandi fyri, at alneyðugar tænastur til tey eldru og eldraøkið í næstum verða skerdar ella niðurlagdar. Eldraøkið – og tá serstakliga heimahjálpin – tolir ikki at verða fyri sparingum yvirhøvur.
Tað hevur skund hjá landsstýrinum at loysa hetta mál.

Tórshavn hin 3. november 2019
Ingrid S. Henriksen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista