Argir 17. januar 2020
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Verður sent við telduposti til [email protected]
HOYRINGSSVAR
Almannamálaráðið hevur sent Landsfelag Pensjónista hesi lógaruppskot til hoyringar:
- Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (vælferðarlógin)
- Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin)
Landsfelag Pensjónista hevur fylgjandi viðmerkingar til lógaruppskotini:
1. Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (vælferðarlógin)
Landsfelag Pensjónista mælir til hetta ískoyti til § 30. stk. 2 í samband við Hoyritól:
Fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar rinda onki egingjald.
Mælt verður til, at orðingin verður soleiðis:
§ 30. stk. 2. Persónur, sum er 18 ár ella eldri, skal rinda egingjald á 2.000 kr. fyri hvørt hoyritólið, ið verður veitt frá tí almenna. Fyritíðarpensjónistar og fólkapensjónistar rinda onki egingjald.
———-
2. Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin)
Landsfelag Pensjónista mælir til broyting í § 4. stk. 2, soleiðis at eitt umboð fyri Landsfelag Pensjónista við serkønari vitan innan demens umboðar tey eldru við tí grundgeving, at tað manglar eitt umboð fyri tey eldru, tá fólk við demens verða viðgjørd eftir hesi lóg.
Mælt verður til, at orðingin verður soleiðis:
§ 4. stk. 2. Tvingsilsnevndin er samansett við einum føstum nevndarlimi og fleiri serkønum nevndarlimum. Landsstýrismaðurin tilnevnir fasta nevndarlimin, ið er formaður, og serkønu nevndarlimirnar. Fasti nevndarlimurin skal vera royndur løgfrøðingur. Serkønu nevndarlimirnir verða valdir millum persónar, ið eru serkønir innan demens, sosialnámsfrøði, heilsurøkt, sjúkrarøkt, sálarfrøði og sálarsjúkufrøði. Landsstýrismaðurin velur 1 varalim fyri fasta nevndarlimin. Varalimurin skal vera royndur løgfrøðingur.
Vegna
Landsfelag Pensjónista
Beate L. Samuelsen, forkvinna