Tiltak um etikk og vælferðartøkni
Stutt lýsing av hugtakinum vælferðartøkni
Vælferðartøkni er tøkni og tøkniskipanir við tilgjørdum viti (AI, Artificial intelligence), sum kann lætta um, leysgeva arbeiðsorku og betra um trygd og lívsgóðsku hjá borgarum. Vælferðartøkni ger fólk betur før fyri at vera virkin, røra seg, taka lut og klára seg sjálvi.
Vælferðartøkni kann vera tólmenni (robottar), appir og telduforrit, ávaringarskipanir, eftirlit ella umsjón við vakmyndatóli og GPS, áminningarsensorar, blæur við tilgjørdum viti, fjarlæknaviðgerð og mangt annað.
Vælferðartøkni kann brúkast heima, so at fólk kunnu liva betri, tryggari og longri í egnum heimi. Hetta minkar um trýstið á bústovnarnar. Vælferðartøkni kann eisini brúkast á bústovnum, so at starvsfólk fáa veitt betri og fleiri tænastur. Hetta kann bøta um trivnað og arbeiðsumhvørvi.
Vælferðartøkni kann síggjast sum ein av fleiri mátum at loysa avbjóðingina við vaksandi røktar- og umsorganartørvi, nú talið av eldri borgarum støðugt veksur, samstundis sum stór menning fer fram innan tøkni og vælferðartøkni.
Stutt lýsing av tiltakinum
Við vælferðartøknini stinga nógvir etiskir spurningar seg upp. Hvussu ávirkar tað sambandið millum menniskjur, tá ið tøkni og tøkniskipanir yvirtaka partar av røktini? Ber tað til at siga nei til vælferðartøkni og fáa okkurt annað í staðin? Hvussu tryggja vit, at brúkarin verður hoyrdur og tikin við upp á ráð? Hava vit lov til at hava eftirlit við fólki, um tey ikki sjálvi hava givið sítt samtykki? Hvør hevur ábyrgdina fyri, at vælferðartøknin riggar sum hon skal? Og hvør hevur ábyrgdina, tá okkurt gongur galið? Og so framvegis.
Við hesum tiltakinum vilja vit í Etiska ráðnum og Sjúkrarøktaretiska ráðnum kasta ljós á so nógvar av hesum spurningum, sum til ber, og skapa kjak um teir, nú vælferðartøkni av álvara er vorðin ein týðandi partur av okkara lívi.
Tiltakið verður skipað við stuttum framløgum, har umboð fyri mennarar, veitarar, brúkarar og onnur fáa høvi til lýsa evnið “Etikkur og vælferðartøkni” frá sínum sjónarhorni, við stuttum framløgum, sum verða stroymdar beinleiðis og sjónbandaðar til útgávu á heimasíðum.
Tiltakið verður í Smæruni, J.H. Schrøters gøtu 7, týsdagin 7. juni kl. 13.00-16.00. Tilmelding fer fram á Facebook, har tiltakið verður stovnað, ella við at senda boð til [email protected] ella ringja 219484. Um fleiri melda til, enn pláss er fyri, verður tiltakið flutt í størri høli.
Skrá
13.00 Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í Etiska ráðnum, bjóðar vælkomin
At umboða sjónarmið veitarans (almennar og privatar):
Turið Jacobsen, granskari
Nemlia, fyritøka
Eyðun Eliasen, arkitektur
Kristbjørg Christiansdóttir, Almannaverkið
Eyðun Dahl Christiansen, Kommunufelagið
14.30 Steðgur
15.00 At umboða sjónarmið brúkarans:
Beate L. Samuelsen, Pensjonistafelagið
Naina Túgvustein, Alzheimersfelagið
Tóri Højgaard, Dátueftirlitið
Onnur sjónarmið – vælferðartøkni sæð í frásjón
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum
15.50 Jana Mortensen, forkvinna í Sjúkrarøktaretiska ráðnum, endar og tekur samanum
Framløgurnar skulu vera í mesta lagi 10 minuttir hvør, og tær skulu sendast Etiska ráðnum eina viku áðrenn tiltakið, soleiðis at teknmálstulkarnir hava stundir til at fyrireika seg. Gevið gætur, at mánadagurin áðrenn tiltakið er frídagur, og tí er tað umráðandi, at øll fyrireiking verður avgreidd í vikuni fyri.