Etikkur og vælferðartøkni 7. juni 2022
Fylgt verður við tær
Sum ungur hugsar man ikki so nógv um aldurdómin, ella tað at gerast pensjónistur.
Man hevur annað at hugsa um. Hús og heim, arbeiði, mann, konu, børn og ikki minst at fáa fíggjarligu endarnar at hanga saman. Lívið sum pensjónistur liggur so langt úti í framtíðini, at tað tímir man ikki so slettis ikki at hugsa um. Alt koyrir við full speed á kassan.
Harragud. Alt hatta við pensjónistalívinum kann bíða.
Tað er góð tíð til tað.
Áðrenn tú veitst av, er dagurin, sum lá so langt úti í framtíðini, komin. Tú ert vorðin pensjónistur og stendur á gáttini til eina heilt nýggja tilveru. Alt verður vent á høvdið.
Well. Hvat nú? Gerandisdagurin verður ein annar, og tú skalt liva av pensjónini, henni, sum tú upprunaliga skuldi spara upp til. Røkkur hon? Ja, hjá summum, ikki hjá øllum.
Nøkur hava fyrireikað seg til tilveruna seinni í lívinum. Men verri enn so øll. Og orkar tú sum pensjónistur nú tað sama í dag sum í gjár? Neyvan.
Blóðtrýstið er knappliga í hægra lagi. Tað skilur tú ikki. Tú hevur ongantíð feilað nakað. Hevur gingið langar túrar, svomið nakrar ferðir um vikuna, gjørt fimleik yoga o.s.v.
Kolestorolið er eisini í hægra lagið. Tað sigur læknin. Og so hevur tú lyndi til sukursjúku. Eyguni eru farin at bila, og familjan sigur, at tú eigur at fáa tær hoyriapparat.
Húsini eru knappliga í størra lagi. Hvat kanst tú gera fyri at lætta um gerandisdagin?
Heimahjálp vilt tú absolutt ikki hoyra talan um. At fáa fremmand fólk inn í húsið? Skulu onnur hjálpa tær at lata teg í? Lata teg í sokkar ella hosur? Koyra teg í bað? Ikki talingur um.
Tú hevur fingið ilt í ryggin í seinastuni við at sleipa runt við dustsúgvaranum. Hann er knappliga vorðin ov tungur.
So heldur investera nakrar krónur í ein av hesum nýmótans rhombum, sum dustsúgva, vaska gólv og teppir, meðan tú við uppvørpu lesur í eini bók ella hevur sjónvarpið foor frá, so alt grannalagið er um at kvalast av larminum.
Balancan er farin at bila. Tú skinklar eitt sindur. Er eitt sindur ósikkur á beinunum. Dettur á køksgólvinum. Brýtur annað beinið. Ella tú fer uppá ein krakk at taka okkurt á ovastu hill í køksskápinum. Tað fer at mala fyri tær. Áðrenn tú veitst av, liggur tú á gólvinum. Har reyk onnur mjódnin. Tú sleppur ikki uppaftur. Alt hetta hendir inni hjá tær sjálvum.
Tá er gott at hava møguleikan at fáa hóskandi hjálpitól at lætta um í gerandisdegnum. Alt tað – og meir aftrat – kanst tú fáa á Hjálpitólamiðstøðini. Tú kanst fáa eitt slag av ávaringartólið um armin, sum tú trýstir á, tá tær tørvar snarhjálp. Neyvan hevði tú eitt slíkt, tá tú datt fyrstu ferð. Heldur ikki aðru ferð.
Stoltleikin hjá tær forðar tær í at biðja um eitt slíkt tól. Tað rakar ongan, at tú var eitt sindur áhaldsin ella klossutur.
Fyri at fáa fatur á hesum og øðrum hjálpartólum, skal søkjast um tað. Skjøl skulu útfyllast av øðrum instansi. Við øðrum orðum: Onnur skulu gera av, hvat er best fyri teg. Tú fært hjálpartólið, tær tørvar. Fyri einki. Sjálvandi. Tú hevur í veruleikanum longu goldið fyri hjálpina umvegis skattin. Úrvalið er stórt.
Vit hoyra javnan frá fólki, at tað tekur ov langa tí frá tí, umsóknin um hjálpitól er send, til brúkarin fær tað.
Sum pensjónistur kundi tú hugsa tær sjálv/ur at valt út hóskandi hjálpitól fyri at lætta um har heima og harvið vera sum longst við hús og ikki noyðast á ein stovn at búgva. Tann møguleikin er avmarkaður, tí Hjálpitólamiðstøðin er ikki ein handil, har tú bara kanst fara inn at keypa hjálpartólið, tú kundi hugsa tær. Alt har fæst bara til láns. Sum brúkari sakna vit nærri upplýsingar og kunnleika um stóra úrvalið. At tað í okkara landi einans er ein handil, ið selur hjálpartól, eru tað tey fægstu, ið vita. Hann er á Skála, er mær fortalt.
Nógvir pensjónistar hava tað gott og hava onga hjálp fyri neyðini. At orkan ikki er hin sama sum fyrr, er ein sannroynd. Tá so okkurt orðið fellur, um, at tú kanska átti at fingið tær eina vaskihjálp, onkran at sláa plenuna fyri teg ella at tú átti at selt húsini og fingið tær eina minni íbúð, kann tað í summum førum kennast, sum onnur koma ov tætt at tær. Tey traðka yvirum tíni mørk, hóast góðu ráðini verða søgd í bestu meining.
Ein hending kann knappliga føra við sær, at tú kemur undir kategoriina ”almanna-klientur”, nakað, sum tú aldrin í verðini hevði ætlað tær.
Tú hoyrir hvønn einasta dag um onkran, tú kennir, ið hevur fingið ein blóðtøpp ella er raktur av onkrum, ið ger, at viðkomandi hevur fingið eitt brek av onkrum slag.
Hetta kann uttan ávaring raka meg ella teg um ein tíma, í nátt ella í morgin. Hvussu kennist hetta?
Hetta eru tankar, sum tú sum pensjónistur helst vil sleppa undan at hugsa um. Men vit sleppa neyvan øll undan at verða noydd at taka støðu til tað, um okkurt keðiligt hendir okkum.
Eitt modernað samfelag sum okkara eigur ikki at sleppa nøkrum upp á fjall. Men hvar er markið? Har er einki frámerki, sum sigur: Hertil og ikki longur. Tú kennir tað. Tað ger tann, sum tú tosar við, ikki.
Eitt dømi er hetta við samleikanum, vanganum, peningastovnum o.l., sum í veruleikanum skal verða lætt, einfalt og nemt at fáast við, men sum fyri nógvar pensjónistar er ein frumskógur at finna runt í og minnast til. Pensjónistar kenna seg kroystar upp í ein krók av øðrum, sum halda eyguni við okkum. Tað er bæði gott og ikki.
Bara tað at taka pening út kann fyri ein pensjónist tykjast sera mannminkandi. Tú skalt standa rætt uttanfyri diskin og svara, hvat ein sum tú ætlar at brúka peningin til. Pening, sum tú sjálv/ur eigur.
Í sinnismuni fært tú teg ikki at siga, at hann skal brúkast uppá ein rukkutúr.
Sum pensjónistur kennir tú tað, sum tað er Big Brother, ið heldur eitt vakið eyga við, hvat tú gert og hvar tú fert, eisini ta síðstu longu ferðina.
Alt verður skrivað upp av tí almenna.
Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista