Politikarar skrúva fyri lønarískoytinum til meiri enn 60 arbeiðssamar pensjónistar
So hendi tað enn einaferð. Í vár vóru nógvir pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum sendir til hús vegna Korona. Teir sluppu ikki upp í part, tá serlig lønarskipan var sett í verk fyri at lofta øðrum, ið mist høvdu starv vegna Korona. Eftir miklan orðadrátt komu pensjónistarnir at enda við í serstøku Koronuskipanini hjá Als eins og hini í líknandi støðu.
Ein partur av arbeiðsleysu pensjónistunum er farin aftur til arbeiðis og harvið úr tí serligu Koronuskipanini. Hinir, sum eftir eru, hava um dagarnar fingið boð um, at nú er slutt. Skrúvað er fyri lønarískoytinum.
Frá í dag, 30. juni, fáa arbeiðsleysu pensjónistarnir ikki eitt oyra úr hesi lønarskipan. Onnur í somu støðu fáa lønarískoyti í tveir mánaðir aftrat, líka til 31. august.
Pensjónistar útihýstir
Tá Korona legði landið lamið 12. mars, og serlig lønarskipan í skundi varð snikkað saman í Arbeiðsloysisskipanini, vóru pensjónistarnir í fyrstu syftu gloymdir. Nakrar vikur aftaná varð roynt at lappa eitt sindur uppá trupulleikan, og teir 105 pensjónistarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum mist høvdu størvini, sluppu uppí part.
Nú lógin um fíggjarligt ískoyti úr Koronuskipanini hjá Als er longt til 31. august, ársdagin fyri seinasta løgtingsvali, eru 62 pensjónistar ikki slopnir aftur á arbeiðsmarknaðin.
Hví halda politikarar, at hesir meiri enn 60 arbeiðshugaðu og røsku pensjónistar ikki skulu halda fram í Koronuskipanini hjá Als?
Um trý ár er aftur løgtingsval. Tá verður talið á ”ungum” pensjónistum uppaftur størri enn í dag.
Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista