Eldrafelagið á Toftum aðalfund 11. juni 2020

Eldrafelagið á Toftum hevði aðalfund tann 11. juni 2020 á Svangaskarða.
Nógv fólk møttu til aðalfundin og var eisini tónleikur á skránni, har harmonikulið og guitarspælarar syrgdu fyri góðum stemningi.
Alfred Olsen, formaður legði fram ársfrágreiðing hjá felagnum og Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista greiddi frá arbeiðinum hjá landsfelagnum.
Aftaná aðalfundin varð borðreitt við góðum mati við føroyskum viðskera og køkum.

Nevndin fyri Eldrafelagið á Toftum hevur skipað seg soleiðis:

Alfred Olsen formaður og skrivari
Haldor Gaardbo næstformaður
Aloma Davidsen kassameistari
Theodor Poulsen nevndarlimur
Helga Gleðisheyggj nevndarlimur
Varalimir:
Vernar Olsen
Haldur Vang