Hoyringssvar

Hoyringssvar til uppskot til kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri

Argir 20.09.2022

Almannamálaráðið

Verður sent við telduposti til amr@amr.fo

HOYRINGSSVAR

Almannamálaráðið hevur sent Landsfelag Pensjónista til ummælis:

Uppskot til

Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum (Hækking av veiting)

Landsfelag Pensjónista hevur fylgjandi viðmerkingar:

Landsfelag Pensjónista gleðist um, at samsýningin verður hækkað frá kr.10.789 til kr. 18.000 um mánaðin, soleiðis at fleiri hava møguleika at taka av hesum tilboði. At tey harafturat fáa kr. 5.000 um tey ansa tveimum persónum er eisini sera positivt, og at upphæddirnar nú verða javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.

Uppskot til broyting til § 5 stk. 3: Kommunala samstarvið ella kommunan, ið umsitur heimatænastu, eldrarøkt v.m., ger ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri, um víkjast kann frá høvuðsregluni sbrt. stk. 2.

At § 9 stk. 2 verður strikað er eisini jaligt, so ansarin hevur betur møguleika at velja eitt hóskandi arbeiði.

Vinarliga

v. Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna                                                                                  

Øll kunning