Hoyringssvar

HOYRINGSSVAR

Almannamálaráðið hevur sent Landsfelag Pensjónista til ummælis:

Uppskot til

Kunngerð um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.

 (Hækkan av gjaldi fyri vistarhald, tænastu og heimahjálp)

Landsfelag Pensjónista hevur fylgjandi viðmerkingar:

Landsfelag Pensjónista metir tað vera sera óheppið, at lagt verður upp til, at gjøldini í teimum ymsu kommunum kunnu verða ymisk. Hetta førir við sær, at eldri í ávísum kommunum skulu gjalda meira enn onnur fyri búpláss, umlætting ella heimahálp, enn tey, ið búgva einari bíligari kommunu. Vit meina ikki, at tað er rætt, at tey eldru skulu gerast verri fyri fíggjaliga, tí tey búgva í eini kommunu, ið tekur hægri gjøld enn aðrar kommunur. At hjálpa teimum eldru í okkara samfelag átti at verið ein samhaldsføst skipan, og tí mælir Landsfelag Pensjónista til, at tað verður Kommunufelagið, ið ásetur gjøldini fyri allar kommunur.

Broytingaruppskot til § 7 stk. 3. Kommunufelagið ásetir hægst møguliga gjald fyri vistarhald og tænastur.

Viðmerking til § 8.: Tað er undrunnarvert, at kunngerðin ásetur prosentpart av hægst møguliga gjaldi, áðrenn ein veit, hvat tað gjaldið er. Ein kunngerð eigur at vera heilt ítøkilig og áseta neyvar peningaupphæddir.

Um t.d. hægst møguliga gjald verður sett til 12.500 kr., so rindar tann, ið onga eykainntøku hevur 54 % fyri tænastu og vistarhald, ið er 6.750 kr/md, og er hetta 1.064 kr. meira enn í dag. Tann, ið hevur eina eykainntøku uppá 50.000 kr. rindar 7.500 kr./md, ið er 742 kr. meira enn í dag. Tann, ið hevur eina eykainntøku uppá 100.000 kr. rindar 904 kr/md meira enn í dag,  tvs. at tey, ið hava minstu inntøku hava lutfalsliga størstu hækkan eftir hesum uppskoti.  

Landsfelag Pensjónista mælir til, at byrjunargjaldið verður ásett í kunngerðini til 50% av hægsta gjaldi, so tey, ið einans hava fólkapensjónina ikki koma ov illa fyri, um kommunurnar seta eitt høgt hægsta gjald.

Broytingaruppskot til § 8. Pensjónistur við inntøkugrundarlag upp til 50.000 kr. rindar 50 prosent av hægst møguliga gjaldi sambært § 7, stk 3.

Broytingaruppskot til § 16, stk. 3. Kommunufelagið ásetir hægst møguliga gjald fyri hvønn tíma.

Broytingaruppskot til § 16, stk. 5. Er árliga inntøkan lægri enn 50.000 kr., verður ikki goldið fyri heimahjálp.

Vinarliga

v. Landsfelag Pensjónista        Beate L. Samuelsen, forkvinna