Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista á Hotel Hafnia,
leygardagin 15. mai. 2021 kl. 13.00
fundarfrásøgn
- Forkvinnan setir fundin.
Beate L. Samuelsen, formaður bjóðaði vælkomin og setti fundin. - Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
Formaðurin mælti vegna nevndina til at velja Inga Højgaard, advokat til fundarstjóra og Hans Jørgensen til fundarskrivara. Hetta varð samtykt. - Formansfrágreiðing um farna ár.
Fundarstjórin gav forkvinnuni orðið at greiða frá virksemi felagsins i farna ári.
Hon valdi m.a. at umrøða hesi evni: Áheitan á løgtingið í sambandi við mismun á arbeiðsmarknaðinum, kravið um, at útgjaldið úr samhaldsfasta Samhaldsfasta verður skattafrítt, mótrokningarfría inntøku hækkaða til kr. 100.000 og at fráfaringaraldurin skal burtur v.m.
Í fjør skipaði LP ongan Eldradag vegna KORONA, men í ár verður eldradagurin leygardagin 14. august í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Eldrafelagið Borgin skipar fyri saman við LP.
Vanligu formansfundirnir eru eisini raktir av Covid-19, men nú støðan broytist koma hesir aftur í rættlag. Fyrsti formansfundurin verður væntandi í heyst.
Gallupkanningin, LP bílegði í fjør, er tíverri eisini rakt av Koronu, men verður ætlandi sett í gongd aftaná summarfrítíðina.
Hon nam eisini við trupulleikan hjá fleiri pensionistum við “Talgildu Føroyar”.
Hon nam við fleiri sparingar hjá landsstýrinum, sum raka pensionistarnar t.d. útsetingin av útjavningarprosentinum til almamannaveitingar og ætlanina at broyta tilskotsstigan fyri heilivág, sum tó varð afturtikin.
Hon frøddist um væleydnaðu ársveitsluna í Siloini á Vestaru Bryggju, ætlaða NSK-fundin í Føroyum og mangt annað av áhuga hjá limum felagsins.
Ársfrágreiðingin er løgd við og verður eisini løgd á heimasíðuna.
Frágreiðingin varð góðkend við lógvabrestum og uttan viðmerkingar. - Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
Gunnleyg Durhuus, skrivari, legði fram grannskoðaða ársroknskapin fyri 2020.
Grannskoðaravirkið SPEKT, sum er grannskoðari felagsins, hevði onga viðmerking til roknskapin.
Ársroknskapurin 2020 vísir, at inntøkurnar vóru kr. 482.340 og útreiðslurnar kr. 413.376. Úrslitið av vanliga rakstrinum gjørdist sostatt – kr. 68.964.
Roknskapurin varð góðkendur. - Møgulig uppskot til broytingar av viðtøkum felagsins.
Einki uppskot - Ásetan av limagjaldi.
Nevndin skeyt upp, at limafeløgini, sum higartil gjalda 20 kr fyri hvønn limin, halda fram við tí. Fundurin tók undir og samtykti. - Val av nevnd og varalimum.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Teir vóru Beate L. Samuelsen, Elna Lamhauge Strøm og Ingeborg Vinther.
Atkvøtt var við atkvøðuseðlum. Og fundarstjórin boðaði frá, at merki skuldi setast við trý nøvn á atkvøðuseðilinum, hvørki meira ella minni, tí annars varð atkvøðuseðilin ógildaður. Tey trý, sum fingu flestar atkvøður, verða nevndarlimir, tey næstu trý verða eykalimir 1., 2. og 3. eftir atkvøðuúrslitinum.
Seks valevni vóru skotin upp frá feløgunum ymsa staðni í landinum.
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni gjørdist:
Nevndarlimir:
Betate L. Samuelsen, pensionistafaelagið í Havn 57 atkv.
Ingeborg Vinther, pensionistaf. í sunnaru helvt Suðuroy 57 atkv.
Elna Strøm Lamhauge, pensionstafelagið í Havn 32 atkv.
Eykalimir:
Jákup Hummerland, Eldrafelagið Vesturskin 20 atkv.
Martin Rasmussen, Pensionistafelagið Sjóvar sókn 18 atkv.
Vibeke Ingvardsson, Sunda Penjónistafelag 11 atkv. - Innkomin mál.
Einki innkomið mál - Ymiskt
Mortan Johannesen tók orðið og eggjaði til samanhald. Hann helt, at vit høvdu fingið eina sterka nevnd, sum vit eiga at standa saman um.
Fundarstjórin takkaði fyri góðan og siðiligan fund. Og so var fundur lokin.
Hans Jørgensen, fundarskrivari Ingi Højgaard, orðstýrari