Ársfrágreiðing 2020-21 Landsfelag Pensjónista
Hendan ársfrágreiðingin verður ikki so long og drúgv, sum tann seinasta. Hetta kemst ikki av, at LP hevur havt minni at gera. Orsøkin er, at vegna Korona var aðalfundurin, sum skuldi havt verið 25. apríl 2020, útsettur hálvt ár til 24. oktober. Av tí sama kom tann ársfrágreiðingin at fevna um undanfarna hálvt annað árið.
Hendan ársfrágreiðingin fevnir sostatt frá 24. oktober 2020 fram til í dag, 15. mai 2021, altso bara eitt hálvt ár.
Mismunur og javnviðgerð
Fyri tveimum árum síðani, 2. apríl 2019, sendu vit, aftaná ein formansfund, út eina yvirlýsing í fýra høvuðspunktum. Eitt av málunum var at hækka grundupphæddina upp á tað sama, sum hon var í 2016, tá táverandi samgonga lækkaði hana við kr. 580,-.
Hetta krav okkara var rokkið 1. januar í ár, og er grundupphæddin nú komin uppá ta upprunaligu upphæddina kr. 4.169 fyri støk og kr. 3.313 fyri gift.
Landsfelag Pensjónista heldur framvegis fast við somu yvirlýsing, sum nú er tódnað úr fýra niður í trý punktir:
1. Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.
2. Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr.
100.000.
3. Fráfaringaraldurin skal burtur.
Lóggevast skal, at ikki er loyvt at siga fólki upp vegna
aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.
Uppskotið var so seint sum í apríl í ár til viðgerðar í løgtinginum. Men har hendi einki. Tað fall undir 3. viðgerð. Við øðrum orðum: Tað skal framvegis verða loyvt at siga pensjónistum upp vegna aldur.
Eldradagurin í Fuglafirði
Í fjør var eingin Eldradagur hildin vegna Korona, men tað verður hann í ár, nevniliga leygardagin 14. august í Mentannarhúsinum í Fuglafirði. Tað verður Eldrafelagið Borgin, sum saman við Landsfelag Pensjónista skipar fyri degnum.
Seinast Eldradagur var hildin var í 2019. Hann var í Suðuroynni og var hann sera væl eydnaður.
Formansfundur
Seinastu árini hava ein – og viðhvørt tveir – formansfundir verið hildnir um árið. Tann seinasti var 20. september 2019. Orsakað av Covid-19 var eingin formansfundur í 2020. Nú er støðan í samfelagnum broytt til tað betra, og stíla vit fram ímóti, at hava ein formansfund í heyst.
Gallupkanning
Í fjør fekk Landsfelag Pensjónista játtað kr. 308.350,- úr Sjúkrakassagrunninum til eina verkætlan, sum gongur út uppá at vita, hvussu okkara elstu borgarar í aldrinum 75+ hava tað og í tí sambandinum skipa fyri eini Gallup-kanning.
Øll loyvi til kanningina eru nú komin uppá pláss.
Tíverri er tað aftur Korona, sum hevur spent bein fyri, at kanningin ikki enn er farin í gongd. Vit vóna, at kanningin kann fara í gongd aftaná summarfrítíðina. Hetta er ein kanning, Landsfelag Pensjónista hevur bílagt, og verða tað Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við Mariu Skaalum Petersen, granskara, og Gallup við Lailu Hentze, stjóra, ið koma at taka sær av hesi verkætlan.
Talgildu Føroyar
Landsfelag Pensjónista hevur fingið samstarv við Talgildu Føroyar í sambandi við Talgildan Samleika. Umboð fyri Talgildu Føroyar hava fleiri ferðir greitt felagnum frá skipanini. Serliga hava umboð fyri Talgildu Føroyar lagt dent á, at tað er frívillugt, um vit sum pensjónistar yvirhøvur vilja knýta okkum í hesa skipan ella ikki. Tað er ein avgerð, hvør einstakur okkara sjálvur ger av, tí Talgildi Samleikin er ikki ásettur við lóg. Tað hevur løgtingið samtykt. Henda verkætlan varð royndarkoyrd í fjør, áðrenn hon fór at virka seinasta heyst.
Tað løgna við hesum er, at hóast Vangin og Talgildi Samleikin framvegis ikki skulu eitast fyri at verða eitt krav, men eitt tilboð til allar føroyingar, hava fleiri almennir stovnar m.a. Taks og pengingastovnar boðað frá, at teir taka hesa skipan í nýtslu seinni í ár.
Ja, so standa tey okkara, sum møguliga ikki hava hug at vera við í hesum, har við skegginum í postkassanum.
Spurningurin er: Hava almennir og privatir stovnar loyvi at krevja, at øll skulu gerast partar av Talgildu Føroyum, tá løgtingið hevur samtykt, at hetta ikki er ein lóg, men eitt tilboð?
Landskassasparingar raka fólkapensjónistar
Í samb. við fíggjarlógaruppskot løgtingsins 2021 boðsendi Trivnaðarnevnd løgtingsins LP í fjør heyst á fund í samband við tvey uppskot, sum hava við pensjónistar at gera.
Annað uppskotið var um útseting av javningarprosentum til almannaveitingar til útgjald frá 1. januar 2022 í staðin fyri 1. januar 2021, sum upprunaliga samtykt.
Hesum mótmælti LP.
Men útsetingin av javningarprosentinum til almannaveitingar varð samtykt í løgtinginum beint fyri jól.
Hitt broytingaruppskotið var um almenna heilsutrygd. Tað gekk m.a. út uppá at hækka og at broyta galdandi tilskotsstiga soleiðis, at landskassin skuldi fáa uml. 11,5 mió. kr. meira í inntøku um árið.
Eisini skuldu pensjónistar sjálvir gjalda meiri fyri heilivág frá 1. januar í ár enn higartil, áðrenn Heilsutrygd tók 100% við og tilskotsstigin skuldi broytast soleiðis, at vit skuldu
gjalda slakar 470 kr. meiri um árið, áðrenn Heilsutrygd tók 100% við.
Eisini hesum broytingaruppskotið mótmælti LP og var samgongan so mikið fræg, at hon tók uppskotið aftur.
So vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at politikkararnir lurta eftir okkum viðhvørt.
Ársveitslan
Í fjør var eingin Ársveitsla vegna Korona, men tað hava vit havt í ár.
24. apríl hittust út við 200 pensjónistar í Siloini á Vestaru Bryggju í Havn. Hetta lat seg gera, tí flestu okkara høvdu fingið fyrsta prikið móti Korona. Nøkur vóru enntá liðugt koppsett. Haraftrat høvdu myndugleikarnir stutt frammanundan boðað frá, at loyvt var upp til 500 fólkum at koma saman. Hetta kom okkum eldru væl við aftaná í meiri enn eitt ár at hava livað eftir tilmælum frá heilsumyndugleikunum, um at halda okkum fyri okkum sjálvi vegna herviliga Koronu-smittuvandan.
NSK-fundur í Føroyum
Landsfelag Pensjónista hevur í fleiri ár verið limur í NSK, Nordisk Samarbets Komité, sum hevur tveir árligar fundir. Hesir verða hildnir uppá skift millum limalondini. Í mai í fjør skuldi árligi várfundurin verða í Føroyum. Vegna Korona var hann útsettur til mai í ár.
Av tí, at Korona framvegis ger um seg í fleiri av limalondnum í NSK, og seinastu dagarnar aftur er staðfest hjá okkum, var fundurin í Føroyum útsettur til í heyst.
Nakrar dagar eftir seinasta aðalfund hjá Landsfelag Pensjónista í oktober 2020, var heystfundur í NSK. Vegna Korona fór hann fram sum videofundur.
Ein norðurlendskan videofund hava vit hóast alt havt í vár. Tað var í farnu viku, fríggjadagin 7. mai, altso fyri bert eini viku síðani. Hann snúði seg um nevndarval í NSK og samtykt av ársroknskapi felagsins.
Fundurin, sum NSK skuldi havt í Føroyum í vár varð umrøddur, og verður hann dagarnar 15. – 17. september í Føroyum.
Ymiskt
Blaðið Eldri kom út í desember 2020 í einum uppaftur størri upplagi enn undanfarna ár. Í løtuni eru vit í ferð við at savna inn tilfar til komandi blað felagsins, sum vónandi kemur út seint í heyst.
Ein onnur jalig hending er, at vit fyri trimum vikum síðani frættu frá Betri Banka, at felag okkara er undantikið negativari rentu, eftir sum Landsfelag Pensjónsta kemur undir eitt ”vælgerandi” felag.
Nevndarval
Í dag er so aftur aðalfundur. Nevndin telur fimm limir, og hevur samstarvið í nevndini, sum sitið hevur síðani seinasta aðalfund í oktober 2020, verið óalmindiliga gott.
Sambært lóg Landsfelag Pensjónista skulu tveir limir veljast líka ár og tríggir ólíka ár. 2021 er eitt ólíka ár, og skulu sostatt tríggir nevndarlimir veljast í dag umframt tríggir varalimir.
Takk fyri.
Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista
15. mei 2021
.