Útferð til Blokhus við Pensionistafelagnum í Havn 5.-15. juni 2022

Útferð til Blokhus í Danmark 5.-15.juni 2022.

Pensionistafelagið í Havn hevur skipað fyri eini 10 daga útferð til Feriecenter Blokhus í Norðurjyllandi í døgunum 5.-15. juni 2022. Farið verður við Norrønu til Hirtshals. Vit búgva 2 og 2 í 4-koyggju kømrum uttan vindeygu. Morgunmatur umborð er íroknaður ferðakostnaðin. Bussur við førara er við á túrinum.

Í Blokkhus búgva vit í íbúðum tætt við strondina. Íbúðirnar eru 51 fermetrar við 2 kømrum og 2 seingjum í hvørjum kamari. Sengurnar er reiddar og handlæði, viskustykki o.a. er til taks uttan eykakostnað. Somuleiðis er el, vatn og reingerð av íbúðini við fráferð íroknað kostnaðinum.

Samlaði kostnaðurin fyri ferðina er kr 5.700,- fyri hvønn.

Tey, sum ætla sær við á ferðina, verða biðin um innan 15.dec.2021 at melda til við at rinda eitt depositum, kr 1400,- á konto í Betri Banka 9181-1708440 og skriva limanr og navn sendarans í teigin ”boð til móttakara”

Nevndin