Aðalfundurin hjá Landsfelag Pensjónista er fyribils útsettur

Aðalfundurin hjá Landsfelag Pensjónista er fyribils útsettur

Skrá smb. viðtøkum felagsins:

01. Formaðurin setir fundin.

02. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.

03. Formansfrágreiðing um farna ár.

04. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.

05. Møgulig uppskot til broytingar av viðtøkum felagsins.

06. Ásetan av limagjaldi.

07. Val av nevnd og varalimum.

08. Innkomin mál.

09. Ymiskt.

Uppskot til nevndarvalevni frá limafeløgum smb. § 1 skulu vera Landsfelagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Onnur uppskot og mál til viðgerðar á aðalfundinum skulu somuleiðis vera Landsfelagnum í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin.