Tíðindaskriv um mótrokning av fólkapensjón í smb. við arbeiðsinntøku 5.12.2022 BLS

Tíðindaskriv

Arbeiðsinntøka skal ikki mótroknast fólkapensjónini

Landsfelag Pensjónista gleðist yvir, at fleiri av teimum politisku flokkunum í samband við komandi løgtingsval 8. des. siga, at arbeiðsinntøka hjá fólkapensjónistum ikki skal mótroknast í fólkapensjónini.

Landsfelag Pensjónista vil minna flokkarnar á, at veruleiki má liggja aftanfyri hetta vallyftið, so tað ikki verður gloymt aftaná løgtingsvalið, sum ofta hendir.

Í hesum tíðum, har tað er stórur mangul uppá arbeiðsmegi, eru pensjónistar, ið fegnir vilja arbeiða, ein gáva til tað føroyska samfelagið og eiga teir tí ikki at verða fíggjarliga revsaðir, tá teir fara út á arbeiðsmarknaðin.

Onkur flokkur sigur, at málið kann loysast við at hækka mótrokningarupphæddina frá 45.000 kr. til 100.000 kr. um árið. Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við hesum, tí tað kemur so at avmarka áhugan hjá pensjónistum at arbeiða.

Tosað verður nógv um, hvussu kostnaðarmikið tað verður hjá landinum, tá arbeiðsinntøka ikki verður mótroknað fólkapensjónini. Men gloymt verður, at landið fær skattainntøkur av arbeiðsinntøkuni hjá pensjónistunum, samstundis sum hesi  geva sítt týdningarmikla íkast til vantandi arbeiðsmegina í samfelagnum.

Landsfelag Pensjónista fer nágreiniliga at fylgja við málinum aftaná løgtingsvalið.

Gott val !

Argir 5. des. 2022

Beate L. Samuelsen, forkvinna

Landsfelag Pensjónista