Tíðindaskriv Landsfelag Pensjónista vertur fyri NSK 15.-17. sept. 2021

Tíðindaskriv

Landsfelag Pensjónista vertur fyri norðurlendskum samstarvi

Felagið NSK hevur ársfund í Føroyum frá 15. til 17. september

Í hesum døgum hevur NSK, Nordisk Samarbets Komité, ársfund í Føroyum.

NSK, sum hevur høvuðsskrivstovu í Stockholmi, er ein felagsskapur fyri pensjónistafeløg í Norðurlondum.

Í fleiri ár hevur Landsfelag Pensjónista, LP, verið limur í NSK.

NSK hevur tveir árligar fundir, ið vera hildnir uppá skift millum limalondini, Svøríki, Finnland, Danmark, Noreg, Ísland og Føroyar. Men sum ikki einaferð, hevur Korona spent bein fyri hesum síðani mars í fjør.

Fundurin útsettur fleiri ferðir

Hetta er annars aðru ferð í søgu Landsfelag Pensjónista, at vit eiga tørn at skipa fyri NSK-fundi.

Ársfundurin skuldi havt verið hildin í Føroyum í mai í fjør, men orsakað av Korona varð hetta av ongum. Í staðin varð hann hildin umvegis Zoom. Og tað hevur verið lagið tvær ferðir síðani. Men nú eydnast endiliga at hava fund á vanligan hátt, og hann verður í Havn.

Fundurin byrjar longu nakrar fáar tímar eftir, at útlendsku fundarluttakararnir loftvegis eru komnir til landið mikudagin 15. september.

Seminar

Hósdagin verður eitt seminar, har skipað verður fyri fyrilestrum.

Umframt tveir sviar, ið at hava fyrilestrar umvegis Zoom, eftirsum ikki bar til hjá teimum at koma hendavegin, fara Pál Weihe,

yvirlækni, professari og granskari, og Eina Eliasen Phd-lesandi, bæði tvey frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, at greiða frá Koronustøðuni í Føroyum og hvussu heilsustøðan yvirhøvur er millum eldri føroyingar.

Dansiringurin hjá Trónda

Áðrenn teir 19 útlendingarnir fara av aftur landinum fríggjadagin, verður høvi hjá teimum at heilsa uppá landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hóskvøldið verður vitjað við Gjógv, har Hanus G. Johansen, troubadourur, fer at undirhalda eina løtu við sangi.

Koyrt verður gjøgnum nýggja og snøgga undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna, har eingin ivi er um, at listaverkið hjá listamanninum Trónda Patursson er eitt upplivilsi, ið norðurlendsku gestirnir ongantíð koma at gloyma.

Argir 13. sept. 2021

Beate L. Samuelsen

forkvinna

Landsfelag Pensjónista