Tíðindaskriv
Heilsustøðan og gerandisdagurin hjá okkara eldru 75+
Landsfelag Pensjónista er í vikuni farið undir eina kanning fyri at vita, hvussu okkara eldru pensjónistar hava tað, hvussu gerandisdagur teirra er, og hvat teir ynskja broytt
Í fjør vár fekk Landsfelag Pensjónista fíggjarligan stuðul frá Sjúkrakassagrunninum til eina heilt serliga verkætlan. Verkætlanin er ein kanning, ið snýr seg um, hvussu okkara eldru, ið eru 75 ár og eldri, hava tað, herundir heilsustøða og gerandisdagur.
Verkætlanin eitur ”Heilsustøðan hjá teimum eldru 75+ í Føroyum”.
Til at taka sær av verkætlanini hevur Landsfelag Pensjónista fingið Mariu Skaalum Petersen, granskara, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya, og Lailu Hentze, stjóra á Gallup Føroyum, at standa fyri arbeiðinum.
Koronafarsóttin
Sera óheppið var hjá okkum í Landsfelag Pensjónista, at júst tá vit fóru undir fyrireikingarnar til verkætlanina á vári 2020, brast herviliga Korona-ódnin á alt samfelag okkara. Hetta gjørdi, at vit gjørdu av at bíða við verkætlanini.
Mikudagin 10. november varð spurnarblað sent út til 2.000 tilvildarligar útvaldar borgararar í aldrinum 75+ í øllum landinum.
Hvørji tey eru, ið fáa spurnarbløðini, vita vit í Landsfelag Pensjónista ikki, tí nøvnini hevur Landsfólkayvirlitið funnið tilvildarliga fram og latið Gallup Føroyum, ið stendur fyri kanningini. Alt tilfarið verður viðgjørt í trúnaði.
Tørv á nærri vitan
Spyrt tú ein pensjónist, hvussu hann/hon hevur tað, er svarið ofta: Gott ella hampiligt. Sjáldan fer viðkomandi nærri inn á, hvussu støðan í veruleikanum er. Við eini slíkari kanning sum hesari kunnu vit fáa vitan og neyvari ábendingar, um tað t.d. eru umstøður hjá okkara eldru, sum vit sum Landsfelag eiga at arbeiða fyri.
Endamál
Endamálið hjá Landsfelag Pensjónista við verkætlanini er, at vit vilja vita, hvussu heilsustøðan og gerandisdagurin hjá okkara eldru borgarum í aldrinum 75+ er. Somuleiðis er endamálið at fáa ábendingar um umstøður, sum eiga at stuðlast víðari.
Sum málgagn fyri pensjónistar hava vit tørv á hesi vitan sum amboð í samskifti okkara við landsmyndugleikar og kommunur.
Nógvir yngri pensjónistar upp til 75 ár eru lutfalsliga betur fyri enn teir eldru. Tí hevði ein kanning, um hon eisini fevndi um allar pensjónistar, givið okkum eina heldur skeiklaga mynd av heilsustøðuni og gerandisdegnum hjá eldru pensjónistunum.
Mannagongd
Brøv eru send við postinum við kunning um spurningarnar og einari leinkju og loyniorði, sum skal nýtast fyri at svara á netinum umvegis teldu, iPad ella fartelefon.
Av tí at neyvan allir pensjónistar í aldrinum 75+ hava teldu ella iPad og ikki brúka slíkt talgilt amboð, hevði Landsfelag Pensjónista verið fegið, um onkur av teim nærmastu høvdu viljað rætt pensjónistunum eina hjálpandi hond við at svara spurningunum talgilt.
Um hetta ikki ber til, hevur Gallup Føroyar, ið er stovnurin, ið savnar tilfarið saman, átikið sær at seta seg í samband við ein part av teimum, ið ikki svara talgilt, til talið av svarum er nøktandi. Tað vil siga, at tað er ikki vist, at øll verða ringd upp. Tí er best at svara talgilt.
Samlaðu svarini tekur Maria Skaalum Petersen sær av, og letur Landsfelag Pensjónista endaliga úrslitið.
Úrslitini verða roknað saman og almannakunngjørd sum samlað úrslit.
Freistin at lata inn svaraðu spurningunum er fýra vikur.
Landsfelag Pensjónista heitir við hesum á øll um at svara, soleiðis at úrslitið verður so breitt og eftirfarandi sum gjørligt.
Vinarliga
Beate L. Samuelsen, forkvinna, tel. 215 457
Landsfelag Pensjónista