Røða 1. mai 2020 á arbeiðaradegnum

Góðu áhoyrarar
Sum forkvinna í Landsfelag Pensjónista, vil eg takka Havnar
Arbeiðarafelag fyri at hava heitt á meg at halda røðu á hesum
týdningarmikla arbeiðaradegi 1.mai. Ein dagur, sum á hvørjum ári
verður hildin yvir mesta partin av heiminum.
Í fyrstu syftu hugsa fleiri: Hvat hava Havnar Arbeiðarafelag, ja
arbeiðarafeløg yvirhøvur, og Landsfelag Pensjónista til felags?
Arbeiðarafeløg eru fakfeløg fyri arbeiðsmenn og -kvinnur, meðan
eitt pensjónistafelag ikki er nakað fakfelag, men eitt felag fyri
pensjónistar og gomul fólk.
Í stuttum kann upplýsast, at Landsfelag Pensjónista er áhugafelag
fyri allar pensjónistar úr øllum landinum. Eitt felag fyri fólk, sum
eru farin av arbeiðsmarknaðinum, summi nýliga og onnur fyri
nógvum árum síðani. Hetta er eisini eitt felag fyri pensjónistar,
sum framvegis arbeiða í besta ”velgående”. Landsfelag
Pensjónista er sostatt eisini eitt felag fyri arbeiðsmenn og –
kvinnur, sum rokkið hava pensjónsaldur.
Fakfeløg og LP
Uppgávan hjá Landsfelag Pensjónista er at arbeiða fyri øllum
áhugamálum hjá pensjónistum. Hetta er eitt ópolitiskt felag, sum
ráðgevur landsstýri, løgtingi og kommunum, tá ið um
eldrapolitikk ræður.
Tað, sum vit hava til felags við Havnar Arbeiðarafelag og onnur
fakfeløg, er, at størsti partur av teimum, sum í dag eru
pensjónistar, eru gamlir limir í fakfeløgunum. Tí ynskja vit í
Landsfelagnum at hava eitt tættari samstarv við fakfeløgini,
soleiðis at tit eru við at mynda framtíðina hjá tykkara limum, ið
2
verða pensjónistar fyrr ella seinni.
Nevnast kann, at millum 67 og 74 ára gomlu pensjónistarnar eru
64 % ella nærum 2/3 framvegis virknir á arbeiðsmarknaðinum og
geva sítt íkast til landsins búskap.
Føroyskir pensjónistar eru teir í Norðanlondum, har flestir eru á
arbeiðsmarknaðinum.
Í fyrsta hjálparpakkanum, sum landsstýrið kom við í samb. við
Korona-kreppuna, vóru pensjónistar á privata
arbeiðsmarknaðinum gloymdir. Hetta vóru teir, sum í mars í ár
vóru sendir til hús uttan løn.
Korona-innrásin
Arbeiðsfólk upp til 67 ára aldur komu við í hjálparpakka 1 og
harvið í Als-skipanina vegna Korona, men ikki tey omanfyri 67.
Hetta var heldur løgi, eftir sum fleiri politiskir flokkar undan
løgtingsvalinum í fjør dúvaðu uppá, hvussu neyðugt tað var, at
fólk, sum høvdu hug og orku at arbeiða eftir at hava rundað tey
67, framvegis skuldu hava møguleikan at vera á
arbeiðsmarknaðinum, um tey høvdu hug til tað, tí landið hevði
brúk fyri hesi arbeiðsmegi.
Haraftrat kemur tað væl við at vinna sær nøkur oyru afturat
fólkapensjónini og Samhaldsfasta, sum annars ikki er nakað at
rópa hurrá fyri, sammett við fólkapensjónir í grannalondum
okkara.
Landsfelag Pensjónista fegnast í øllum førum um, at í
hjálparpakka 2 hjá landsstýrinum eru pensjónistarnir tiknir við og
fáa teir løn til 30. juni eins og øll onnur í somu støðu.
Ein lívsdygd
Undan seinasta løgtingsvali tyktist, sum teir tríggir flokkarnir, sum
3
í dag manna landsstýrið, tóku undir við ynskjunum hjá Landsfelag
Pensjónista at hækka galdandi frádráttarfría inntøkumarkið úr kr.
60.000 upp til kr. 100.000 fyri á tann hátt at eggja pensjónistum at
arbeiða. Í Danmark er hendan upphæddin kr. 122.000. Men gakk.
Tá samanum kom, var frádráttarfría inntøkuupphæddin ikki
hækkað, men lækkað úr kr. 60.000 niður í kr. 45.000. Tað jaliga í
øllum hesum er tó, at sum pensjónistur kann tað framvegis kann
loysa seg at arbeiða. Fyri stakar pensjónistar fellir viðbótin
nevniliga ikki burtur, fyrr enn tú hevur eina inntøku omanfyri kr.
250.000, hetta tí mótrokningin í viðbótini minkaði úr 60 % til 20
%.
At arbeiða er ein lívsdygd, ein lívskvalitetur. Nógvir pensjónistar
eru glaðir fyri sítt arbeiði og kunnu saktans halda fram í fleiri ár
aftaná 67 ára aldur. Tað vísa tølini, sum eg nevndi fyri løtu síðani.
Fyri nógvar pensjónistar er tað lívsneyðugt at hava møguleikan at
fara til arbeiðis hvønn dag. Um ikki, teir hava okkurt at fara upp
til, fella teir í fátt. Summir liva fyri sítt arbeiði.
Eitt spark í afturpartin
Tíverri er støðan tann, at tú í føðingardagsgávu frá arbeiðsgevara tínum kanst vænta tær eitt spark í afturpartin, tá tú fyllir 67. Um
ikki tú hevur ein góðan arbeiðsgevara, eitt gott arbeiðspláss við
góðum eldrapolitikki, verður tú trýstur heim á sofuna at liggja. Har
kanst tú so liggja og søkka niður í eina djúpa depressión.
Hví skal eitt tal, ein føðingardagur, ein dato, gera av, at nú er well?
Ver við hús. Portrið út í arbeiðslívið er stongt, ikki vegna Korona,
men vegna aldur. Hetta er veruleikin.
Eingin takkar tær fyri tín áralanga innsats til landsins búskap.
Mong dømir eru um slíkar syrgiligar lagnur.
Tey eru eisini mong, sum hava fyrireikað seg væl og virðiliga til
4
pensjónsaldurin. Tey gleða seg til endiliga at fáa stundir at gera
tað, tey hava hug til. Tey gleða seg til at sleppa frá at fara til
arbeiðis og at verða bundin av eini klokku, sum hvønn morgun í
ein mansaldur hevur vakt ikki bara hendan eina persónin, men alt
húskið, við einum ringjandi og gellandi vekjaraljóði.
Ikki bara foreldur, ommur og abbar, eru pensjónistar. Skjótt eru
tað eisini tit, sum eru yngri.
Eingin olmussa
16 pensjónistafeløg og eldrafeløg, ið tilsamans umboða okkurt um
1600 pensjónistar um alt landið, eru limir í Landsfelag
Pensjónista.
Viðhvørt kunnu vit fáa kensluna av, at eingin lurtar eftir okkum,
og at vit pensjónistar bara eru 2. floks borgarar. Vit skulu tiga,
halda munn og takka fyri, at vit yvirhøvur fáa nakra pensjón. Sum
um tað er ein gáva. Ein gáva er pensjónin ikki. Vit hava sjálvi
goldið hana umvegis skattin alt okkara arbeiðslív.
Føroyar blivu so ikki júst tað paradísið, sum okkum var lovað
undan løgtingsvalinum í 2019, men tó eitt fet rætta vegin. Um
stígur kemur í hesa røttu leið, vita vit av góðum orsøkum ikki,
eftirsum Korona hevur gjørt innrás um allan heimin.
Tá Landsfelag Pensjónista fær fundarboð frá landsins
myndugleikum í sambandi við mál, ið hava við okkum eldru at
gera, og vit samstundis síggja, at nógv av tí, vit hava uppá hjarta,
verður tikið við í endaligu avgerðini, ja, so fegnast og gleðast vit.
Í Føroyum eru í dag 8060 pensjónistar. Tað er ikki einki og talið
veksur hvønn dag.
Vit hava tað eisini heilsuliga munandi betri í dag enn undanfarnu
ættarlið.
Verkætlan av bakkastokki
5
Vit kunnu aldursluta pensjónistar upp í tvey. Teir yngru
pensjónistarnir, sum eru 67 ár og upp til 75, og so teir, ið eru eldri.
Sum landsfelag fyri allar pensjónistar kundu vit hugsa okkum at
vita, hvussu pensjónistar í aldrinum 75+ hava tað.
Síðani í heyst hevur Landsfelag Pensjónista í tøttum samstarvi við
Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking og Gallup Føroyar
arbeitt við eini verkætlan, sum fer av bakkastokki heilt skjótt. Til
verkætlanina hava vit fingið góðar kr. 308.000 úr
Sjúkrakassagrunninum. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri.
Úrslitið, sum vónandi fyriliggur einaferð í heyst, skal nýtast innan
gransking í samb. við eldrapolitikk, og sum grundarlag undir
ætlanum, ið lands- og kommunalpolitikkarar kunnu brúka, so teir
eru betri ílætnir, tá t.d. tilboð til eldri skulu veitast og røktar-, og
ellisheim skulu byggjast.
At vit hava brúk fyri ymiskum innan eldraøkið, vita vit øll, og ikki
minst tit, sum hvørjum ári savnast um internationala
arbeiðaradagin 1. mai.
Takk fyri og góðan arbeiðaradag.
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Landsfelag Pensjónista

  1. mai 2020