Limafundir í Pensionistafelagnum í Havn apríl og mai 2022
Pensionistafelagið í Havn
hevði ársaðalfund í KFUM, Hoydalsvegur 6,
mikudagin 20. okt. 2021, kl 19:00.
Nevndin er skipað soleiðis:
Elna Lamhauge Strøm, forkvinna
Ida Winther, nevndarlimur og kassameistari
Høgni Højgaard, nevndarlimur
Sverri L. Láadal, nevndarlimur
Jógvan Johansen, nevndarlimur
Kári Láadal, varanevndarlimur
Ingeborg Wenningsted Jacobsen, varanevndarlimur
——————————————-
Pensionistafelagið í Havn
t-post: pfh@eldri.fo
Elna Lamhauge Strøm
R.C. Effersøesgøta 8
100 Tórshavn
tlf. 211591
teldupostadr. : meind@kallnet.fo
Tal av limum januar 2021: 360 Árligt limagjald er 150 kr fyri støk og 225 kr fyri pør
Felagið stovnað: 20. mai 1976
Lóg fyri Pensionistafelagið í Havn 25. okt. 2017
———————————————————————————–
Tíðindaskriv frá Pensionistafelagnum í Havn 25.11.2021
Útferð til Blokhus við Pensionistafelagnum í Havn 5.-15. juni 2022
Limafundirnir í Pensjónistafelagnum í Havn verða uppafturtiknir í KFUM mikudagin 8. sept. kl 19.
Skráin fram til aðalfundin er hendan:
mikudagin 08. sept kl. 19: Orðið er frítt.
Limirnir hittast aftur og hava helst nógv at práta saman um, t.d. árveitslan hjá L.P, eldradagurin í Kambsdali, Danmarkarferðin o.a.
mikudagin 15.sept kl. 19: Upplestur.
Jón Thorsteinsson lesur søgu úr nýkomnu bók síni: ”Hult og Dult”
mikudagin 22. sept kl 19: Spurnarkapping
mikudagin 29. sept kl 19: Hugnakvøld við grýturætti og sangi. Síðsta freist at tekna seg verður á fundinum 22.sept.
mikudagin 06. okt kl 19: Limir siga frá hendingum, teimum ella øðrum hevur verið fyri.
mikudagin 13. okt kl 19: Beate og Mortan lesa upp og siga frá.
mikudagin 20. okt kl 19: Aðalfundur
Eftir tilmæli frá koronaráðgevingini verða limafundirnir mikukvøld í Pensionistafelagnum í Havn fyribils avlýstir.
Nevndin
———————————————————————————–
Fundarskrá fyri apríl og mai 2021, fram til summarfrítíðina.
NB! Mikukvøldið 31. mars verður ongin fundur!
Mikukvøldi 7. apríl kl. 19.00 verður sangløta við Simma Jacobsen.
Mikukvøldið 14. apríl kl. 19,00 verður fundur. Elsa Berg greiður frá
tíðandi umhvørvismálum.
Mikukvøldið 21. apríl kl. 19.00 verður fundur. (Fundarevnið verður lýst)
Mikukvøldið 28. apríl kl. 19.00 verður hugnaløta. Finnleif Mortensen
vísir myndir frá gongutúrum á Føroysku fjøllunum.
Mikukvøldið 5. mai kl. 19.00 verður hugnaløta við burturluting o. a.
NB! Havi pakka við!
Hósdagin 13. mai kl. 14.00 verður avslutningur á Hotel Brandan
Tekningarlisti liggur frammi. Seinasta freist at melda til og at gjalda
er 29. apríl. ( avmarka luttakaratal )
————
Á aðalfundi felagsins 21. oktober 2020 var samansetingin í nevnd felagsins broytt.
Tey sum mynda nevndina eru:
Høgni Højgaard, formaður
Arne Thorsteinsson, næstformaður
Elna L. Strøm, nevndarlimur
Sverri Láadal, nevndarlimur
Ida Winther, nevndarlimur
Tóra Tummassardóttur, varanevndarlimur
Eyðna Djurhuus, varanevndarlimur
Stefan Petersen, varanevndarlimur
———————————————————
Fundarskrá fyri februar og mars 2021.
Mikukvøldið 3. februar kl. 19.00 verður sangløta við Knút Olsen.
Mikukvøldið 10. februar kl. 19.00 verður fundur. Á skránni er sangur.
Rasmus Joensen greiður frá ymiskum í samband við føroyskan dans.
Mikukvøldið 17. februar kl. 19.00 verður hugnakvøld við smyrjibreyði.
Kostnaður 50,- kr. Neyðugt er at tekna seg. (Tekningarlisti liggur frammi).
Mikukvøldið 24. februar kl. 19.00 verður fundur.
Jógvan Arge greiður frá ymiskum úr Havnini.
Mikukvøldið 3. mars kl. 19.00 verður fundur. Beate L. Samuelsen
lesur søguna ” Kustaskápið “, sum hon sjálv hevur skrivað.
Mikukv!øldið 10. mars kl. 19.00 verður fundur.
Mortan Johannesen greiður frá ymiskum hendingum.
Mikukvøldið 17. mars kl. 19.00 verður fundur.
Jónleivur Joensen greiður frá innihaldinum í høvusritgerð sum hann
hevur gjørt um bygnaðin á eldraøkinum.
Mikukvøldið 24. mars kl. 19.00 verður fundur. (verður lýst nærri)
Vinarliga
Høgni Højgaard, formaður
Allir pensionistar eru vælkomnir til fundirnar!
Fundarstaður er í hølunum hjá KFUM, Hoydalsvegur 6, Tórshavn
————————————————————————————–
Fundarskrá fyri november og december 2020.
Mikukvøldið 11. november kl. 19,00 verður fundur.
Petur Jacob Sigvardsen greiður frá innihaldinum í
bókaverkinum ” Í vesturskini ” sum nú er komið út.
Mikukvøldið 18. november kl. 19,00 verður fundur.
Jóanes Nielsen greiður frá og lesur yrkingar.
Mikukvøldið 25. november kl. 19,00 verður
sangløta við Heina Lützen.
Mikukvøldið 2. december kl. 19,00 verður hugnaløta.
Upplestur við Kára Láadal.
Mikukvøldið 9. december kl. 18,00 verður advents-
og jólahugni. Sólrun og Per Poulsen greiða frá
jólahaldi í hálvtrýssunum.
Borðreitt verður við kaffi, the og rísalamande.
NB! Komandi ár byrjar fundarvirksemið aftur 6. januar 2021.
Allir pensionistar eru vælkomnir til fundirnar!
Fundarstaður er í hølunum hjá KFUM, Hoydalsvegur 6, Tórshavn