Øll skráin stendur á www.sms.fo, og har stendur m.a.:
Fyri tey, sum eru eitt sindur eldri, verður eitt áhugavert tiltak kl. 13, tá ið Beate Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, saman við Ingeborg Vinther, næstforkvinnu í felagnum, Alfred Olsen, nevndarlimi og Eiriki Suna Danielsen, dagligur leiðari í Tilhaldinum í Havn fer at greiða frá og vísa á allar møguleikanar og tilboðini, hvussu mann kann gera lívið sum pensjónistur so gott og ríkt sum gjørligt.
Eftir hetta fer Ólavur Højgaard at syngja nøkur løg