Hon er vónbrotin av samgonguni

– Hetta er ein gøla, og eg eri vónbrotin av samgonguni. Tað sigur Beata L. Samuelsen, forkvinna í landsfelagnum hjá pensjónistum.
Samgongan hevur lagt fíggarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið og tað er greitt, at ein bólkur í samfelagnum, sum fer at merkja hetta á egnum kroppi, eru pensjónistarnir.
Samgongan ætlar, at grundarupphæddin í fólkapensjónini skal hækkað 580 krónur um mánaðin. Men samstundis sum tey geva við aðrari hondini, taka tey eisini við hinari, tí pengar verða eisini tiknir frá pensjónistum.
Í fyrstu atløgu hevur samgongan skotið upp, at pensjónirnar skulu skulu ikki prístalshækkast á nýggjárinum, sum tær annars skuldi vera. Tað merkir, at næsta ár minkar keypiorkan hjá pensjónistum, tí prísirnir hækka, men pensjónirnar standa í stað.
Í aðru atløgu skulu fólk, sum hava brúk fyri nógum heilivági, rinda meiri sjálvi, tí stuðulin frá Heilsutrygd lækkar. Sostatt skulu pensjónistar, sum taka nógvan heilivág, sjálvir rinda 468,50 krónur meiri fyri heilivágin.
https://www.in.fo/news-detail/news/nu-verdur-nogv-dyrari-at-vera-sjukur/Les meiri um tað her: Nú verður nógv dýrari at verða sjúkur
Beata L. Samuelsen sigur, at hetta er eitt stórt vónbrot, tí hon sigur, at hetta er ikki tað, samgongan lovaði pensjónistunum í valstríðnum. At grundupphæddin í pensjónunum hækkar, er ikki annað enn geva pensjónistunum tað aftur, sum undanfarna samgongan tók, tí tá varð grundarupphæddin lækkað, sigur forkvinnan í pensjónistafelagnum.
https://www.in.fo/news-detail/news/pensjonistar-skulu-rinda-ein-part-av-rokningini/Les meiri her: Pensjónistar skulu rinda ein part av rokningini
– Í valstríðnum lovaðu flokkar í hesari samgonguni okkum gull og grønar skógir. Tey lovaðu okkum, at longu 1. januar í ár skuldi Samhaldsfasti verða skattafríur og frá 1. januar í ár skuldu pensjónistar fáa 2.000 krónur meiri at liva av um mánaðin, sigur hon.
– Tað fingu tey nógvar atkvøður upp á. Men nú tey skulu vísa tað í verki, seta tey ístaðin fyri tiltøk í verk, sum gera pensjónistar fátækari, og tað er eitt vónbrot, sigur hon.
– Longu sum støðan er nú, hoyra vit um pensjónistar, sum eru farnir á Apotekið eftir heilivági, sum eru farnir tómhentir avstað aftur, tí heilivágurin er so dýrur, at tey hava ikki ráð til tað.
– Eyðvitað eru tað ofta pensjónistar, sum hava brúk fyri nógvum heilivági, og tá ið teir nú skulu rinda upp aftur meiri fyri heilivágin, verður tað upp aftur dýrari, sigur hon.
Hon leggur afturat, at hetta er ein gerð, pensjónistar fara at minnast teimum aftur á næsta løgtingsvali.
– Fyribils er hetta bara eitt uppskot frá samgonguni, men eg vóni sanniliga, at tinglimir hugsa seg um og vraka uppskotið, sigur Beata L. Samuelsen