Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista á Hotel Hafnia, leygardagin 30. apríl 2022 kl. 13.00
Fundarfrásøgn
Beate L. Samuelsen, forkvinna, bjóðaði vælkomin og heitti á fólk um at reisast og minnast Arna Thorsteinsson, ið andaðis 7. mars í ár.
- Forkvinnan setir fundin.
Síðan varð fundurin settur.
- Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
Forkvinnan mælti vegna nevndina til at velja Inga Højgaard, advokat til fundarstjóra og Gunnleyg Durhuus til fundarskrivara. Hetta varð samtykt.
Fundarstjórin staðfesti, at fundurin er lógliga innkallaður.
- Formansfrágreiðing um farna ár.
Fundarstjórin gav forkvinnuni, Beate L. Samuelsen, orðið at greiða frá virksemi felagsins i farna ári:
Ársfrágreiðing 2021-22 Landsfelag Pensjónista
Eitt hitt fyrsta, ið farið var undir aftaná seinasta aðalfund, var saman við Eldrafelagnum Borgini at fara undir fyrireikingarnar til Eldradagin 14. august 2021.
Hetta var hin fyrsti Eldradagurin, síðani Korona gjørdi innrás í Føroyum í mars 2020. Eldradagurin skuldi havt verið í Fuglafirði í august í 2020, men var útsettur eitt ár.
Upprunaliga var ætlanin, at Eldradagurin skuldi verða í Mentanarhúsinum í bygdini. So hvørt dagurin nærkaðist, gjørdist greitt, at eingin kjansur var fyri, at Mentanarhúsið kundi rúma einum so stórum skara av pensjónistum. Tiltakið var tí í síðstu løtu flutt til Ítróttarhøllina á Kambsdali. Eldrafelagið Borgin var sera heppin at fáa Ítróttarhøllina, sum júst hendan leygardagin í august var tøk.
Vit vóru 413 pensjónistar úr øllum landinum, ið endiliga fingu høvi at hittast aftur aftaná avbyrgingar av ymsum slag í hálvt annað ár. Dagurin eydnaðist ómetaliga væl í allar mátar.
Eldradagin í ár hevur Eldrafelagið Fjallið í Leirvík átikið sær at skipa fyri saman við Landsfelag Pensjónista.
Hann verður í bygdarhúsinum í Leirvík fríggjadagin 2. september 2022 kl. 10. fp.
NSK
Dagarnar 15. og 16. september 2021 hevði NSK, Nordisk Samarbets Komité, ársfund í Føroyum. Landsfelag Pensjónista er limur í hesum norðurlendska felagsskapi og hevur verið tað í mong ár.
Umrøddi ársfundur skuldi havt verið í Føroyum í mai 2020, men av Koronu-ávum var Føroyaferðin útsett ikki minni enn tríggjar ferðir.
19 norðurlendskir luttakarar, undantiknir teir íslendsku, møttu á ársfundinum. Íslendingarnir hildu seg ikki til at vera við, tí Ísland var um hetta mundi lýst Koronu-reytt, og myndugleikakrøvini um sóttarhald við heimkomu vóru sera strang.
Longu sama dag, sum luttakararnir komu til landið, var ársfundurin hildin, og dagin eftir var eitt seminarium á skránni. Evnið var Korona, og hvussu farsóttin hevði rakt ymsu limalondini.
Fyrilestrarhaldararnir vóru úr Svøríki umframt nakrir føroyingar, nevniliga Pál Weihe, yvirlækni, professari í arbeiðsmedicini á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og Eina Eliassen, sjúkrarøktarfrøðingur, kandidatur í heilsuvísindi og PhD lesandi á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Eina Eliassen granskar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum, og hvussu heilsan broytist yvir eitt 10 ára skeið.
Kvøldið fyri, sum luttakararnir fóru heim, varð boðið til døgverða á Gjáargarði saman við táverandi landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, og aðalstjóranum, Eyðuni Mohr Hansen.
Her kann líka nevnast, at næsti fundur í NSK verður í Keypmannahavn 5. og 6. mai 2022.
Vinnunevndin og peningastovnar
25. oktober 2021 boðsendi Vinnunevnd løgtingsins Landsfelag Pensónista til hoyringsfund í sambandi við eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi. Uppskotið snúði seg um góða og ókeypis atgongd hjá borgarum at taka pening úr peningastovnum.
Hetta er ein stórur trupulleiki hjá okkum pensjónistum. Peningastovnar hava lagt eitt avgjald fyri og annað eftir á tær tænastur, sum vit eru kroyst til at brúka fyri yvirhøvur at hava ráð at liva.
Landsfelag Pensjónista tók undir við lógaruppskotinum hjá Tjóðveldi um at fáa skil uppá hetta. Haraftrat mæltu vit til, at sjálvtøkur verða settar uppaftur, har tær eru tiknar niður.
Uppskotið fall. Tíanverri.
Á heysti 2021 hevði nevndin fund við táverandi landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, í sambandi við ætlan hennara at fara eina kunningarferð kring landið. Endamál hennara var, at Almannaráðið saman við Landsfelag Pensjónista nágreiniliga skuldu greiða fólki frá fløkta pensjónsøkinum. Munur er nevniliga á pensjónum og pensjónsviðurskiftum hjá pensjónistum, sum føddir eru áðrenn 1. januar 1953, og pensjónistum, sum føddir eru aftaná henda dato.
Ætlanin hjá landsstýriskvinnuni var tíðliga á heysti 2021 at fara runt landið og greiða frá hesum. Tiltakið varð av ymsum politiskum orsøkum útsett til fyrst í komandi árið, altso her í 2022.
Men rundferðin varð av ongum. Politikkur er so løgin. Alt kann broytast frá einum degi til annan. Stutt fyri jól segði Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir landsstýrissessin frá sær, fór aftur í løgtingið, og vit fingu nýggjan landsstýrismann í almannamálum, Sólvit E. Nolsøe.
Havi leysliga frætt úr Almannaráðnum, at rundferðin ikki dettur niðurfyri, men møguliga verður tikin upp í vár.
Formansfundur
Síðani Landsfelag Pensjónista hevði formansfund seinast, tað var 20. september 2019, hevur eingin formansfundur verið hildin orsakað av COVID-19. Útlitini eru frægari nú, og stíla vit fram ímóti, at hava ein formansfund seinni í heyst. Formansfundir plaga undir vanligum umstøðum at verða hildnir einaferð um árið – og viðhvørt tvær ferðir um árið.
Fráfaringaraldurin skal burtur
Landsfelag Pensjónista heldur framvegis fast við, at lóggevast skal, at ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur.
Tí gav felagið borgmeistaranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, eitt alment herðaklapp, tá kommunan í vár gjørdi av at strika 70 ára fráfaringaraldurin á øllum stovnum og arbeiðsplássum, sum kommunan umsitur.
Landsfelag Pensjónista hevur ferð eftir ferð heitt á landsins politikarar um at banna mismuni á fólki og tryggja okkum pensjónistum javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.
Nógvir pensjónistar eru væl fyri kropsliga og ynskja at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ein stór íløga hjá einum landi, at fólk eru til arbeiðis, og tí eigur tað ikki at verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum.
Hetta hevur í fleiri ár verið eitt av aðalmálunum hjá felagnum at arbeiða fram ímóti, og tað leggja vit framvegis dent á er okkara ynski.
Sum støðan er, er arbeiðsloysið í landinum sera lágt, og skríggjar arbeiðsmarknaðurin eftir fólki.
Vit vóna, at landsins myndugleikar sum skjótast taka somu avgerð sum Tórshavnar býráð.
Vit vilja hava, at fráfaringaraldurin um alt landið skal burtur, og at tað ikki skal vera loyvi at siga fólki upp vegna aldur.
Landsfelagið vónar, at tað næsta verður at lata pensjónistar sleppa at arbeiða so galið, teir vilja, uttan at henda lønin, sum skattur verður goldin av, skal ganga út yvir pensjónina.
Uppskotið var so seint sum í apríl í 2021 til viðgerðar í løgtinginum. Men har hendi einki munandi. Landspolitikkarar halda framvegis fast við, at tað skal verða loyvi at siga pensjónistum upp vegna aldur.
Á ávísum almennum arbeiðsplássi er framvegis tann regla galdandi, at ert tú fylt/ur 70 ár, fært tú eitt spark í afturpartin og út. Nú hava teir í hyggju at hækka fráfaringaraldurin hjá alment settum fólki til 72 ár.
Vit halda framvegis fast við, at tað skulu pensjónistar sjálvir avgera, um teir vilja steðga ella halda fram, um arbeiðsgevarin annars er nøgdur við okkum og okkara dagliga avrik á arbeiðsmarknaðinum.
Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum
Týsdagin 15. mars 2022 skipaði Landsfelag Pensjónista saman við Eldraráðunum fyri eini ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Felagsevnið á ráðstevnuni var ”Støðan á eldraøkinum”. Støðan er akutt. Røktar- og ellisheim skríggja eftir meiri starvsfólki.
Um 300 luttakarar møttu á ráðstevnuni, og høvdu vit ein sera áhugaverdan dag frá kl. 10 til kl. 16 saman.
Eldraøkið hevur brúk fyri fleiri hundrað starvsfólkum aftrat teimum verandi.
Fleiri stovur á ellis- og røktarheimum standa gapandi tómar vegna vantandi starvsfólk. Samstundis gerast longu bíðilistarnir við eldri fólki, ið hava brúk fyri at koma á stovn, longri og longri fyri hvønn dag.
Hetta er eitt álvarsmál, sum má loysast so ella so.
Í 2020 fekk Landsfelag Pensjónista játtað kr. 308.350,- úr Sjúkrakassagrunninum til eina verkætlan, sum skuldi geva okkum eina nágreiniliga vitan um, hvussu okkara borgarar í aldrinum 75+ hava tað.
Landsfelag Pensjónista heitti á Gallup við Lailu Hentze, stjóra, og Mariu Skaalum Petersen, granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, um at átaka sær hesa stóru uppgávu.
Korona-støðan førdi tíverri við sær eina seinking, sum gjørdi, at ikki fyrr enn í november/december 2021 fór kanningin í gongd.
Landsfólkayvirlitið valdi út 2000 tilvildarligir persónar í aldrinum 75+, og vóru brøv send teimum við 39 viðkomandi spurningum, sum teir vinarliga vóru bidnir um at svara talgilt.
Tilsamans svaraðu 1012 fólk. Av hesum svaraðu 650 talgilt. Hini vóru uppringd.
Síðani savnaði Gallup tilfarið saman og lat Mariu Skaalum Petersen, granskara, tilfarið til nærri útgreiningar, so vit kundu fáa eina støðumynd av, hvussu okkara 75+ ára eldri í landinum hava tað.
Á ráðstevnuni, sum Landsfelag Pensjónista saman við Eldraráðunum skipaði fyri í Norðurlandahúsinum, almannakunngjørdi og útgreinaði Maria Skaalum Petersen endaliga úrslitið av kanningini.
Sum heild má man ásanna, at kanningin vísti, at vit, sum eru 75+ hava tað gott.
Slíkar upplýsingar kunnu verða sera hentar, serliga hjá myndugleikum og politikarum, tá støða í framtíðini skal takast til viðurskifti innan eldraøkið, ikki minst tá vit hugsa um íbúðarspurningar, byggjan og staðseting av eldraíbúðum og røktarheimum o.l.
Eigararnir av Havnar Bio komu í heyst við hugskotinum um at hava filmsýningar fyri pensjónistum eina ferð um mánaðin. Tilboðið var, at vit kundu tekna okkum fyri tríggjar sýningar á rað, tríggjar filmar, fyri 230 kr. tilsamans pr. luttakara, íroknað kaffi og okkurt søtt afturvið.
Tilboðið var sent limafeløgunum, um áhugi var fyri hesum, men vit frættu einki aftur. So tað tilboðið datt niðurfyri.
Í januar 2022 sendi Uttanríkis- og mentamálaráðið Landsfelag Pensjónista eitt serligt uppskot til hoyringar. Tað var uppskotið um broytingar í løgtingslógini um Kringvarpið. Í høvuðsheitinum snýr uppskotið seg um eina broyting av samansetingini av Kringvarpsstýrinum, broytt kringvarpsgjald, prístalsjavning og striking av kærumøguleika. Undanfarnu ár hevur stýrið verið annarleiðis samansett. M.a. hava politisku flokkarnir verið umboðaðir. Tað skulu teir ikki longur sambært nýggja uppskotinum.
Nevndin í Landsfelag Pensjónista tók undir við broytingini, at Landsfelag Pensjónista fær ein stýrislim í Kringsvarpstýrið. Eisini tók nevndin undir við, at komandi nevndarlimirnir í Kringsvarpstýrinum hava neyðugu førleikarnar, sum krevjast í slíkum nevndararbeiði, og at tað er javnstøða, 4 kvinnur og 3 menn, ella 3 kvinnur og 4 menn, í kringvarpsstýrinum, og at stýrið er so breitt umboðandi, sum tað nú einaferð ber til við 7 stýrislimum.
Eitt spildurnýtt lógaruppskot er komið frá Almannaverkinum (Føroya Landsstýrið), ið er stovnurin, sum tekur rættin til dagpening frá øllum pensjónistum, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1953.
Landsfelag Pensjónista mótmælir hesum, tí vit eru av tí áskoðan, at øll menniskju, sum eru á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum, skulu viðgerast eins, eisini tá talan er um dagpengar vegna sjúku, soleiðis at tá eitt arbeiðsfólk, sum er í arbeiði, gerst sjúkt, so fær viðkomandi dagpening, óansæð aldur.
Landsfelag Pensjónista hevur alla tíðina verið ímóti sundurlaðingini av pensjónistum, sum Pensjónsnýskipanin innførdi, við at bólka pensjónistar í tveir bólkar, teir, sum eru føddir áðrenn 1953, og teir, sum eru føddir eftir 1953, tí vit eru av tí áskoðan, at ein pensjónistur er ein persónur, sum er blivin 67 ár.
Vit meta, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava tryggjað øllum pørtum eins kor, tá talan er um løn v.m. tað tíðarskeiðið, ein persónur er á arbeiðsmarknaðinum.
Tað almenna eigur eisini at tryggja einum og hvørjum persóni dagpening vegna sjúku, so leingi hesi eru á arbeiðsmarknaðinum.
Umrødda lógaruppskot økir enn meira um sundurlaðingina, tí nú kunnu tey, sum eru fødd eftir 1. januar 1953, søkja um at útseta fólkapensjónina og harvið tryggja sær dagpengar, nakað, sum pensjónistar føddir áðrenn 1953, ikki kunnu.
Landsfelag Pensjónista er ímóti, at munur verður gjørdur á fólki á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur.
Vit mæla framvegis til, at aldursmarkið 67 ár ella 70 ár, verður strikað.
Landsfelag Pensjónista tekur undir ongum umstøðum við, at munur verður gjørdur á fólki á arbeiðsmarknaðinum, tí øll eiga vit at vera viðgjørd eins, antin vit eru 60 ár ella 70 ár.
Harafturat halda vit í Landsfelag Pensjónista, tað vera fantastiskt, at 34,4 % av fólkapensjónistum í Føroyum, eru at finna á arbeiðsmarknaðinum, sum hevur so stóran tørv á arbeiðsmegi.
Latið okkum í felag viðgera hesa stóru og stabilu arbeiðsmegi við virðing og sóma.
Ársveitsluna 2022 hevði Pensjónistafelagið í Havn átikið sær at skipa fyri í í heyst. Men av tí at formaður felagsins legði árarnar inn í farna mánað, hevur nevndin í Landsfelag Pensjónista átikið sær hesa uppgávu. Hon verður í heyst, leygardagin 5. november 2022 sama stað sum seinast, nevniliga í Saltsiloini á Vestaru bryggju í Havn.
Blaðið
Blaðið Eldri nr. 6 kom út hálvan desember 2021. Hetta er størsta blað felagsins nakrantíð, heilar 64 síður og í einum upplagi uppá 1800 eintøk.
Blaðið skuldi eftir ætlan verði okkum í hendi í november, men av tí at stórur mangul var uppá pappír vegna koronurakta arbeiðsmegi innan pappírsframleiðslu í Norðurlondum, var blaðið seinkað frá prentsmiðjuni. Tað var okkum tí ikki í hendi fyrr enn hálvan desember.
Nevndarval
Landsfelag Pensjónista er mannað við fimm limum, sum verða valdir fyri tvey ár í senn.
Sambært lóg Landsfelag Pensjónista skulu tveir limir veljast líka ár og tríggir ólíka ár. 2022 er eitt líka ár, og skulu sostatt tveir nevndarlimir veljast í dag. Harumframt skulu tríggir varalimir veljast. Teir verða valdir fyri eitt ár í senn.
Takk fyri.
Viðmerkingar:
Mortan Johannesen hevði eina viðmerking, har hann tók undir við frágreiðingini, og heitti á tí nýggju nevndina, at arbeiða víðari við at arbeiðsinntøka hjá pensjónistum ikki skal ávirka fólkapensjónina.
Ingrid S. Henriksen bað um eina viðmerking, har hon spurdi, um tað fór at verða loyvt at geva eina atkvøðu til nevndarvalið, ístaðin fyri tvær, sum forkvinnan segði. Orðstýrarin segði, at tað verður hann sum avgerð tað og at tað skulu verða tvær atkvøður á atkvøðuseðlinum fyri at vera galdandi, tó kann ein atkvøða blankt.
Vibeke Ingvarsson viðmerkti í samb. við Havnar Bio, at sýningar eru annanhvønn mikudag fyrrapart, ið er ætlað til m.a. pensjónistar, ið hava møguleika at fara í biograf ein fyrrapart.
Ársfrágreiðingin varð góðkend við lógvabrestum.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
Gunnleyg Durhuus, skrivari, legði fram grannskoðaða ársroknskapin fyri 2021.
Grannskoðaravirkið SPEKT, sum er grannskoðari felagsins, hevði onga viðmerking til roknskapin, og roknskapurin var undirskrivaður av nevndini í LP.
Ársroknskapurin 2021 vísir, at inntøkurnar vóru kr. 531.780 og útreiðslurnar kr. 455.306. Úrslitið av vanliga rakstrinum gjørdist sostatt – kr. 76.474.
Roknskapurin varð góðkendur.
- Møgulig uppskot til broytingar av viðtøkum felagsins.
Einki uppskot
- Ásetan av limagjaldi.
Nevndin skeyt upp, at limafeløgini, sum higartil gjalda 20 kr. fyri hvønn limin, halda fram við tí. Fundurin tók undir og samtykti.
- Val av nevnd og varalimum.
Orðstýrarin greiddi frá nevndavalinum smbr. viðtøkunum.
Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Teir vóru Alfred Olsen og Hans Jacob á Kósini. Atkvøtt var við atkvøðuseðlum. Fundarstjórin boðaði frá, at krossur skuldi setast við tvey nøvn á atkvøðuseðilinum, hvørki meira ella minni, tí annars varð atkvøðuseðilin ikki galdandi. Tey tvey, sum fingu flestar atkvøður, verða nevndarlimir, tey næstu trý verða eykalimir 1., 2. og 3. eftir atkvøðuúrslitinum.
Fimm valevni vóru skotin upp frá feløgunum ymsa staðni í landinum og frá nevndini hjá Landsfelag Penjónista. Orðstýrarin segði, at valevnini vóru vælkomin at taka orðið áðrenn nevndarvalið. Einans Jákup Andreasen tók orðið og greiddi eitt sindur frá sínum lívi og hví hann stillaði upp. Jákup er 66 ár og ættaður úr klaksvík. Hann hevur verið stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna í 31 ár og gavst fyri 2 árum síðan. Hann segði, at hann helt tað vera sera týdningarmikið, at gera tað áhugavert hjá pensjónistum at arbeiða, tí vit mangla arbeiðsmegi í stóran stíl, serstakliga innan eldraøkið. Hann vil tí eisini arbeiða fyri, at pensjónistar skulu kunna arbeiða uttan at missa av fólkapensjónini. At VEKS samstarvið er farið undir at krevja ymisk eyka gjøld frá búfólkunum á røktarheimunum og heimabúgvandi, eigur at verða átalað frá pensjónistafeløgunum.
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni gjørdist:
Nevndarlimir:
Hans Jacob á Kósini, Pensjónistafelagið Hugni 26 atkvøður
Jákup Andreasen, Eldrafelagið Vesturskin 25 atkvøður
Eykalimir:
Alfred Olsen, Eldrafelagið á Toftum 24 atkvøður
Vibeke Ingvardsson, Sunda Penjónistafelag 5 atkvøður
Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði 2 atkvøður
Nevndin í Landsfelag Pensjónista er sostatt hendan:
Beate L. Samuelsen, Pensionistafelagið í Havn
Ingeborg Vinther, Pensjónistafelagið í sunnaru helvt í Suðuroy
Elna Lamhauge Strøm, Pensionistafelagið í Havn
Hans Jacob á Kósini, Pensjónistafelagið Hugni
Jákup Andreasen, Eldrafelagið Vesturskin
Varalimir:
Alfred Olsen, Eldrafelagið á Toftum
Vibeke Ingvarsson, Sunda Pensjónistafelag,
Annvør Jacobsen, Eldrafelagið á Eiði
- Innkomin mál.
Einki innkomið mál
- Ymiskt
Fleiri av fundarluttakarunum viðmerktu, at tey vóru ónøgd við tænasturnar viðv. venjingum frá ergo- og fysioterapeutum á fleiri røktarheimum í Tórshavn, har fleiri búfólk ikki sleppa til venjingar ella tólini eru óvirkin í longri tíð.
Poul Havn greiddi frá hansara royndum sum vitjanarvinur. Tað hevur stóran týdning fyri tann, ein vitjar, og gevur lívskvalitet fyri báðar partar.
Fundarstjórin takkaði fyri góðan og siðiligan fund. Og so var fundur lokin.
Ingi Højgaard, orðstýrari Gunnleyg Durhuus, fundarskrivari