Viðtøkur fyri Landsfelag Penjsónista

Viðtøkur fyri Landsfelag Penjsónista

 

  • 1

Landsfelag Pensjónista – hereftir nevnt landsfelagið – er felag fyri allar pensjónistar og øll eldri í Føroyum.

Limir í landsfelagnum kunnu gerast øll pensjónistafeløg, eldrafeløg og yrkispensjónstafeløgum,

Virki, feløg og stovnar kunnu gerast stuðulslimir.

Landsfelagið er partapolitiskt og átrúnaðarliga óheft.

  • 2

Landsfelagið hevur til endamáls at arbeiða fyri fíggjarligum, sosialum, mentanarligum og øllum øðrum áhugamálum pensjónista.

  • 3

Landsfelagið hevur skyldu til at taka upp sum lim eitt og hvørt heimafelag og yrkispensjónistafelag, sum biður um limaskap og góðtekur viðtøkur landsfelagsins. Limafeløg skulu senda landsfelagnum viðtøkur sínar og á hvørjum ári í januar mánaða eisini nevndarlista og dagførdan limalista. Hvør einstakur limur í limafeløgunum hevur fullan limarætt í landsfelagnum.

  • 4

Roknskaparárið er álmannanakkaárið. Limagjøld verða ásett á aðalfundi og verða roknað eftir limatalinum hjá hvørjum einstøkum limafelag pr. 1.januar. Limagjøld skulu verða goldin í 1. ársfórðingi. Er eftirstøða meira enn eitt árs limagjald, missir limurin síni limarættindi til eftirstøðan er goldin.

  • 5

Landsfelagið skipar fyri ráðstevnu á hvørjum ári, har nevndirnar og limirnir fáa høvi at umrøða og viðgera mál av áhuga hjá pensjónistum og eldri fólki.

  • 6

Landsfelagið hevur eina 5 manna nevnd, sum verður vald á aðalfundinum. Nevndarlimir verða valdir fyri tvey ár, soleiðis at nýval verður av tveimum nevndarlimum líka ár og trimum nevndar-limum ólíka ár. Nevndin skipar seg sjálv. Tríggir varalimir verða valdir hvørt ár, og valskeiðið er eitt ár. Talið á atkvøðum, sum hvørt valevni fær, er avgerandi fyri, hvør er fyrstvaldur, og hvør er næstvaldur sum varalimur. Afturval av nevndarlimum og varalimum er loyvt. Berst nevndarlimi frá at taka lut í nevndararbeiði, tekur fyrst valdi varalimur sæti í nevndini, so leingi forfall er. Nevndin umboðar landsfelagið og tekur sær av dagliga arbeiðinum at fremja avgerðir, ið tiknar eru á aðalfundum og eykaaðalfundum við meira. Nevndin hevur fund so ofta, formaðurin ella 3 nevndarlimir meta tað vera neyðugt. Avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.

Nevndini er heimilað at seta lønt starvsfólk.

 

  • 7

Árligi aðalfundurin, sum er hægsti myndugleiki felagsins, verður hildin í apríl ella mai mánaða. Boð um aðalfundin við tilskilan av tíð, stað og dagsskrá skulu sendast øllum limafeløgum skrivliga í seinasta lagi 3 vikur undan fundinum og samtíðis lýsast í almennum blað. Eykaaðalfundur kann haldast, um nevndin metir tað vera neyðugt, ella um minst 2/3 av limafeløgunum skrivliga seta fram áheitan um hetta við hollari grundgeving. Í tílíkum føri skal eykaaðalfundurin haldast í seinasta lagi 6 vikur eftir, at áheitanin er komin nevndini í hendi.

Aðalfundurin verður leiddur av einum fundarstjóra, sum aðalfundurin velur.

Dagsskrá fyri aðalfundin:

  1. Formaðurin setir fundin.
  2. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
  3. Formansfrágreiðing um farna ár.
  4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
  5. Møgulig uppskot til broytingar av viðtøkum felagsins.
  6. Ásetan av limagjaldi.
  7. Val av nevnd og varalimum.
  8. Innkomin mál.
  9. Ymiskt.

Uppskot til nevndarvalevni skulu vera landsfelagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Er valevni ikki á fundi, skal viðkomandi hava váttað, at tikið verður við vali. Onnur uppskot og mál til viðgerðar á aðalfundinum skulu somuleiðis vera landsfelagnum í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Rætt til at møta á aðalfundi við talurætti og atkvøðurætti hava allir limir í limafeløgunum. Stuðulslimir kunnu møta á aðalfundi við uppskots- og taluætti. Atkvøtt kann ikki vera við fulltrú. Fundarstjórin avger atkvøðuháttin. Øll mál verða avgjørd við vanligum meiriluta

  • 8

Allar samtyktir, gjørdar á aðalfundi, eykaaðalfundi og nevndarfundi, skulu skrivast í gerðabók felagsins.

  • 9

Skulu uppskot um broytingar í viðtøkum felagsins samtykkjast – ella um landsfelagið skal avtakast- kann tað bert verða gjørt á aðalfundi ella eykaaðalfundi, og skulu tá í minsta lagi 3/5 av greiddum atkvøðum vera fyri hesum.

  • 10

Allar broytingar av viðtøkum felagsins, ið eru samtyktar á aðalfundi ella eykaaðalfundi, koma í gildi frá tí degi, tær eru samtyktar.

 

 

  • 11

Allar tænastur eru sjálvbodnar. Tó kann samsýning verða latin fyri nevndarfundir, eins og ferðaútreiðslur verða goldnar, og møguliga mist inntøka verður endurrindað eftir tilmæli frá nevndini. Bert í serstøkum føri kann beinleiðis løn verða latin fyri ávísa tænastu. Hesar útreiðslur rindar landsfelagið.

  • 12

Landsfelagið verður bundið við undirskrift av allari nevndini. Limir í landsfelagnum ábyrgdast ikki fyri skuld og byrðum landsfelagsins.

  • 13

Verður Landsfelagið avtikið, skal aðalfundurin ella eykaaðalfundurin gera av, hvat gerast skal við møguligar ognir felagsins. Atkvøðugreiðsla hesum viðvíkjandi fer fram sambært § 9.

 

Soleiðis samtykt á aðalfundi 28. mai 2016, og fara við hesum gomlu viðtøkurnar úr gildi.

 

 

Vegna Landsfelag Pensjónista

 

 

Arne Thorsteinsson, formaður,           Ingeborg Vinther, næstforkvinna,

 

 

Inna Nattestad, nevndarlimur, Alma Petersen, nevndarlimur, Maria Olsen, nevndarlimur