Viðmerkingar til hoyringsskriv viðv. uppskot til Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Til Almannamálaráðið

Mál nr.: 14/00884-1

 

Viðmerkingar til hoyringsskriv viðv. uppskot til Kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Vegna tess at pensjónistar, sum einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, liva av inntøku, ið ár undan ári sambært Hagstovu Føroya liggur undir fátækraváðamarkinum,  og hesir pensjónistar tískil liva í støðugum fátækradømi, er ikki rímuligt at taka gjald fyri heimahjálp, longu tá inntøkan afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta fer uppum 15.000 kr. Men eigur hetta inntøkumark at verða hækkað til í minsta lagi 30.000 kr.

Landsfelag Pensjónista mælir tí til hesar broytingar í uppskoti til kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt v.m.:

Í § 2 eigur at verða sett afturat verandi teksti:

“Gjald verður ikki tikið fyri koyritænastu, dagtilhald, fyribyrgjandi venjingar ella viðlíkahaldsvenjingar.”

Eisini verður mælt til nakrar broytingar í § 4, hesar eru:

“Í seinasta lagi við ársbyrjan kunnger kommunan í samráð við Landsfelag Pensjónista gjøldini, ið eru galdandi fyri komandi árið. Loft eigur at verða ásett fyri gjøld, ið skulu gjaldast fyri tænastur á eldraøkinum.”

Mælt verður til at broyta § 16, stk 3., hetta soleiðis, at stakur pensjónistur ikki skal gjalda fyri heimahjálp fyrr enn árliga inntøkan (afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta) er hægri enn  30.000 kr.

Mælt verður til at broyta stk. 4., hetta soleiðis at stakur pensjónstur, hvørs árliga inntøka er millum 30.000 kr. og 40.000 kr., rindar 30 kr. fyri hvønn tíma. Og at stakur pensjónistur, hvørs árliga inntøka er hægri enn 40.000 kr. rindar 3 kr. meira fyri hvønn tíma, hvørja ferð inntøkan hækkar við 10.000 kr.

Mælt verður til at broyta § 16, stk. 6., soleiðis:

“Heimahjálp til pensjónistar í hjúnalagi, hvørs samlaða inntøka er millum 50.000 kr. og 60.000 kr. gjalda 30 kr. fyri hvønn tíma. Pensjónistar, hvørs samlaða árliga inntøka (afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta) er hægri enn 60.000 kr., gjalda 3 kr. meira fyri hvønn tíma, hvørja ferð inntøkan hækkar við 15.000 kr.

 

Tórshavn, hin 8. desember 2014

Landsfelag Pensjónista