TILHALDIÐ, TÓRSGØTA, TÓRSHAVN

Endamál Tilhaldsins er at geva pensjónistum í Tórshavnar kommunu møguleikar at hava ein innihaldsríkan gerandisdag. Eitt fjøltáttað virksemi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tilboðum í hugnaligum umhvørvi. Í kommununi eru fleiri høli, har eldri fólk kunnu hittast til ítriv og prát.

Tað størsta er Tilhaldið í Tórsgøtu, sum læt upp í 1998. Har ber til at spæla kort, fáa undirvísing í teldu, lesa bløð, hoyra fyrilestrar og ymiskt annað.

Undirhús eru í Vágsbotni og á Argjum, har eldri menn hittast til prát og kortspæl.

Í bygdarhúsinum í Kollafirði er dagtilhald fyri pensjónistar hvønn mánadag kl. 15-21.30 frá oktober til mai mánað.

Eitt dagtilhald er í Nólsoy og er opið mánadag og týsdag frá kl. 13-17 og hósdagar frá kl. 10 – 17.

Hugsjónir
At varðveita og menna heilsuna hjá pensjónistum í Tórshavnar kommunu.

  • Ein stovnur, har hugni, trivni, menning og virðing fyri tí einstaka er í hásæti.
  • Har øll kenna seg væl, fáa nýtt síni evni og førleikar, læra og hava tað stuttligt.
  • Skal gera mun fyri lív og heilsu.
  • Arbeiðið er grundað á megireglur ST´s viðvíkjandi eldri.

Mál
Vit ynskja at veita eina góða tænastu og skapa tryggar karmar soleiðis, at pensjónistar í Tórshavnar kommunu trívast og kunnu gera tað, teimum dáma.

Ongin limaskapur er. Vit ynskja, at øll skulu kenna seg hjartaliga vælkomin.