TILHALDIÐ BLÁKOLLAN

Blákollan er dagtilhaldið hjá Sunda Kommunu og heldur til á Oyri. Har er opið týsdagar og hósdagar, kl. 14-18. Dagtilhaldið er fyri borgarar úr allari kommununi og hevur støðugt vaksandi undirtøku.

Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymsum slagi. Annars fáa fólk við ymiskt ítriv, kortspæl og læra seg at brúka teldu. Eisini eru rógvimaskinur og renniband til taks.

Telefonnummarið hjá Blákolluni er 737290.