Pensionistafelagið í Havn – Fundarskrá 1. hálvár 2018

Pensionistafelagið í Havn.

Mikudagin 31. januar kl. 19.00 verður føstulávintshugni.

Mikudagin 7. februar kl. 19.00 verður hugnaløta við sangi og kvøðing.
Limir úr dansifelagnum ” Tøkum Lætt ” luttaka og skipa fyri.

Mikudagin 14. februar kl. 19.00 verður fundur. Arnold Eyvindsson
hugleiður um hendingar á lívsleiðini.

Mikudagin 21. februar kl. 19.00 verður fundur har Páll Kunoy greiður
frá ymiskum úr bókunum hann hevur givið út.

Mikudagin 7. mars kl. 19.00 verður hugnaløta. Á skránni er burturluting og annað. NB! Havið pakka við!

Mikudagin 14. mars kl. 19.00 verður fundur. Petur Jacob Sigvardsen
hugleiðir um ” Hin heimurin – og vit? ”

Mikudagin 21. mars kl. 19.00 verður hugnaløta. ( Lýst verður nærri )

Mikudagin 4. apríl kl. 19.00 verður fundur. Sólrun og Per Poulsen
greiða frá. ( Fundarevnið verður lýst seinni.)

Mikudagin 11. apríl kl. 19.00 verður fundur. ( Lýst verður nærri )

Mikudagin 18. apríl kl. 19.00 verður hugnaløta. Oasubrøðurnir syngja
og skipa fyri.

Allir pensionistar eru vælkomnir til fundirnar og møguleiki er fyri at
tekna limaskap í felagnum tá fundur er, ella við at ringja til formannin
tlf. 313281 – 278080.