Landsfelag Pensjónista var á fundi í Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini um Pensjónsnýskipanina.

Landsfelag Pensjónista var á fundi í Løgtingsins Fíggjarnevnd 6. febr. 2018 og í Løgtingsins Trivnaðarnevnd 20. febr. 2018 um Pensjónsnýskipanina. Á fundunum legði felagið fram viðmerkingar, ið hava verið viðgjørdar á nevndafundum, afturat teimum, ið felagið sendi inn við hoyringssvarinum frá 24. nov. 2017, ið eisini liggur á heimasíðuni. Hesar viðmerkingar vóru síðan handað báðum nevndunum.