Kunning

Gerandisdagur okkara kann verða nógv merktur av, hvussu fíggjarliga rásarúmið er. Tá fólk fara av arbeiðsmarknaðinum, broytast inntøkuviðurskiftini ofta í stórum. Hóast summi eru við í eini eftirlønarskipan, og harvið varðveita eina inntøkutrygd, er hetta ikki galdandi fyri meirilutan enn. Tey flestu hava í høvuðsheitinum fólkapensjónina og samhaldsfasta sum fíggjarligt grundarlag á eldraárum, umframt onkra smávegis inntøku, um orkan og umstøðurnar annars loyvir tí.

Tað er tí av stórum týdningi, at ljós verður varpað á tey kor, sum tey eldru í Føroyum liva undir, so vælferðarsamfelagið Føroyar tekur neyðugu lógvatøkini á eldraøkinum, fíggjarliga eins og sosialt.