Hoyringssvar frá Landsfelag Pensjónista til vælferðarlógina

Landsfelag Pensjónista sendi Almannamálaráðnum hjálagda hoyringssvar til vælferðarlógina tann 14. sept. 2018.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur m.a.  á heimsíðuni hjá Almannamálaráðnum um lógaruppskotini:

“Vælferðarlógin fevnir um nógvar ymiskar skipanir, sum so ella so røkka inn í flestu heim í Føroyum.
Umframt at veita stuðul, tænastur og fíggjarliga trygd, regulerar vælferðarlógin eisini grundleggjandi viðurskifti millum tað almenna og tann einstaka borgaran. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum heldur enn fyri borgaran.
Vit fáa nú eina lóg, sum tekur støði í tí føroyska samfelagnum, og sum er á føroyskum.”