Dagtilhaldið í Vági

Dagtilhaldið í Vági er í hølunum hjá Matmøðrafelagnum.

Týsdag og tórsdag frá kl. 15:00 – 18:00 møtast eldri úr allari kommununi í dagtilhaldinum. Har spæla tey kort, gera okkurt handaligt ella bert fáa eitt hugnaligt prát.

Meira fæst at vita við at venda sær til Rannvá Samuelsen á tlf. 373446