Almennur fundur um pensjónsnýskipanina í Norðurlandahúsinum leyg. 18. nov. kl. 14

Almennur fundur um pensjónsnýskipanina í Norðurlandahúsinum leyg. 18. nov. kl. 14

 

 

Endamálið við fundinum er at lýsa pensjónsnýskipanina hjá landsstýrinum og fáa fram ymisk sjónarmið og kjak um uppskotið. Hoyra hvat verandi og komandi pensjónistar hava av viðmerkingum, og ikki minst hvat fakfeløgini, ið umboða komandi pensjónistar, hava at siga.

 

Skrá:
kl. 14.00 Vælkomin – endamálið við fundinum v. Arne Thorsteinsson

kl. 14.10 Landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen og Kristina Háfoss leggja pensjónsnýskipanina fram.

kl. 14.45 Spurningar frá salinum

kl. 15.10 Kaffisteðgur

kl. 15.40 Viðmerkingar frá Landsfelag Pensjónista v. Arne Thorsteinsson

kl. 16.10 Orðið er frítt

Orðstýrari: Bogi Godtfred, journalistur

 

Landsfelag Pensjónista, Samtak, Heilsurøktarafelagið og Landsfelag Handverkaranna